GBOB
Jens, í ljóðlæru í London
Eg vænti, at tað verður ímillum Føroyar, Noreg og Skotland. Norski bólkurin spældi væl og løgini vóru fangandi og gjøgnumførd. Skotland vístu, at hetta høvdu teir roynt fyrr, hetta var bara eitt annað job. Teir virkaðu sannførandi. So var eisini kjøt á sangunum hjá teimum. Marius, haldi eg, hevur ein góðan møguleika, tí løgini høvdu dýpd. Hetta var eisini einasti bólkur, sum virkaði produseraður, har var hugsað um detaljir, og allir vistu hvat hinir gjørdu.
Kristina, dansar í London
Eg vænti, at Meksiko vinnur. Tey gjørdu inntrykk, tey vóru fantastisk. Mær dámdi eisini væl sviar, men eg minnist ikki hví, kanska tí teir vóru fyrsti bólkur á pallin. Jamaica var eisini feitt, teir høvdu eitt feitt groove. Eg vænti tíanverri ikk,i at Marius gerst millum seks teir bestu bólkarnar. Eg haldi ikki teir komu nóg væl út um pallkantin.
Bjørt, lesir sálarfrøði í London
Eg vænti, at Skotland vinnur, skotar høvdu eina góða framførslu. Mær dámdi eisini væl Marius, hann syngur væl, og mær dámdi løgini, tey vóru feit. Meksiko vóru eisini øgiliga original.
Hans Juul, lesur grafiskt design í London
Tað er hopleyst at siga, hvør vinnur - Her eru 24 bólkar, sum eru so ymiskir. Mær persónliga dámdi væl Marius. Men Meksiko var eisini eitt stuttligt innslag. Eg haldi tey hava eina stóra framtíð.