Vágspopp við Vágsbø

Vit spurdu fólk í Klaksvík um hvussu tey halda Summar Festival

Jákup Mikkelsen, varðaborgarstjóri

Eg ætli mær at taka ímóti fólki og vóni sjálvandi, at nógv fólk kemur á Summar Festival, eisini vóni eg, at veðrið verður til vildar. Serliga gleði eg meg til Scorpions, men tað eru eisini fleiri av føroysku nøvnunum, sum eg ætli mær at hoyra.



Fía Joensen:

Eg ætli mær at ballast eitt sindur á Summar Festivalinum. Eg búgvi í Danmark og havi verið á øllum festivalum í summar og á ólavsøku. Á hesum festivalinum ælti eg eisini at brúka eitt sindur av tíð saman við mosturbørnunum og familjast eitt sindur.


Emma Joensen:

Eg fari eisini á festival, og taki børnini við. Tað er deiligt, at festivalurin eisini hevur tiltøk fyri børnini. Eg var eisini á Summar Festivali í fjør, og hevði børnini við allar dagarnar.



Hans Hjalti Skaale, býargartnari

Eg fari sjálvandi á festival, sum øll onnur. Gleði meg serliga nógv at hoyra Jógvan hjá mostur (red: Jógvan Hansen). Eg og Jógvan eru systkinabørn, og tað verður spennandi at hoyra hann saman við professionellum íslendskum tónleikarum. Sjálvandi gleði eg meg eisini til Scorpions.