Vígsla av nýggjum hølum í kvøld

Í kvøld, fríggjakvøldið 26. mars kl. 20.00, verður vígsla av nýggju hølunum hjá Frelsunarherinum í Vági

Ein tíma áðrenn verður skipað fyri skrúðgongu frá gomlu hølunum og út í nýggju hølini.

Horntónleikarar úr Havn luttaka og nógvur sangur og musikkur verður.

Landsleiðarin fyri Frelsunarherin í Noreg, Íslandi og Føroyum, kommandør Donald B. Ødegaard, stendur fyri vígsluni. Drekkamunnur verður aftaná fundin. Øll eru hjartaliga vælkomin.