Í alt kvøld eru tað komin alsamt fleiri fólk oman í Vágsbotn, og nú er nógv fólk -og lagið er gott. Skráin er nakað seinkað, og í løtuni verður bíðað eftir, at Guðrið Hansdóttir skal á stóra pallin.
Veðrið er framvegis av tí allarfagrasta, og fólk gera sær dælt av øllum teimum mongu siti- og skeinkistøðunum, sum eru her niðri í Vágsbotni og ganga og vála inn og út av sjálvum konsertøkinum.
Lagið er, sum vera man, gott, og konsertin heldur á inntil Páll Finnur Páll hava sungið seinasta tónan.









