Í allan gjár fóru seinastu fyrireikingarnar til stóra konsertdagin, Voxbotn, fram.
Sum myndin vísir, var stóri pallurin komin upp í gjárkvøldið, og somleiðis er tjaldið við sølu av mati og drykkjuvørum nú komið upp at standa.
Konsertdagurin byrjar í morgin seinnapart klokkan 15.00 og heldur fram heilt til klokkan 03.00 sunnunáttina.
Á Voxbotn í ár verða eitt nú Beinir, Carpark North, Eivør, Nik & Jay, 200 og nógv onnur at hoyra.
Hetta er annað árið á rað, at konsertdagurin er í Voxbotni