»Vágs-pop«

sosialurin hitti 4 av áhoyrarunum hjá Fólkayvirkit eftir konsertina, og spurdi hvat tey hildu um tónleikin og hølini

Bartal Læarsson, 16 ár

Hvat dámdi tær konsertina?
? Mær dámdi hana væl, hon var mega feit. Hon var... hon var... ja, eg haldi faktiskt ikki, at man kann siga tað við orðum Tað vóru ræðuliga nógvar kenslur í tónleikinum, og tað var stuttligt at hoyra. Eg haldi eisini, at tað er feitt, at teir hava tvey trummusett, tríggjar guittarar og tveir sangarar. Og so var síðsta lagið eitt fantastiskt klimaks á konsertini.

Hvussu heldur tú, at hølini í Vágsbotni egna seg til slíkar konsertir?
? Eg haldi, at hølini eru sera væl egnað. Tey eru hugnalig, men skal eg nevna eitt minus, so eru kanska ikki so nógv pláss til áhoyrararnar.


Margreta á Rógvu, 21 ár

Hvat dámdi tær konsertina?
? Eg helt, at hon var fínasta slag. Tað er gott, at onkur ger okkurt øðrvísi við hvørt. Eg haldi, at tað ger tað ógvuliga áhugavert, at teir hava 2 trummuspælarar. Hetta var ein skeg konsert.

Hvussu heldur tú, at hølini í Vágsbotni egna seg til slíkar konsertir?
? Tey egna seg væl, heilt sikkurt. Hetta var ordiliga gott og tað riggaði væl í hesum hølunum. Eg haldi, at jú fleiri slík spælistøð eru, jú betri.


Hildibjarta Simonsen, 15 ár
Joan Simonsen, 18 ár

Hvat dámdi tykkum konsertina?
? Okkum dámdi væl, sjálvt um hetta ikki er tónleikur vit lurta eftir dagliga. Men hetta var skeg. Serliga tann seinasti sangurin, sum var eitt sindur jungle-kendur, við speciellum ljóðum og indianararútmum. Hann var ordiliga góður og serligur.

Hvussu halda tit, at hølini í Vágsbotni egna seg til slíkar konsertir?
? Tey eru væl egnað. Her er gott pláss og hugnaligt.


Henning Nicodemussen, 30 ár

Hvat dámdi tær konsertina?
? Í dag er jú flaggdagur, og hon var kanska ikki so flaggdags'slig. Men eg haldi avgjørt, at hetta var eitt gott mentanartiltak. Og eg haldi, at hetta var ein sera góð næmingakonsert. Rættiliga skeg. Tað burdi verið meiri av hasum.

Hvussu heldur tú, at hølini í Vágsbotni egna seg til slíkar konsertir?
? Eg haldi, at tað var fínasta slag. Eisini ljóðmessiga, tá man hugsar um hvussu nógv »larmi-instrument« teir nýttu, t.d. trummur og gittarar, so haldi eg, at ljóðið var sera gott.