Kommunan í Vági ætlar at yvirtaka tvey privat vatnfeløg í kommununi Tekniska nevnd hjá kommununi hevur verið í samráðingum við tey bæði privatu vatnfeløgini, Brekkugerðar Vatnfelag og Eystan Skálá, um yvirtøku.
Út frá teimum samráðingunum eru nevndirnar hjá teimum privatu vatnfeløgunum og Vágs kommuna blivin samd um at yvirtaka vatnfeløgini við allari ogn og skuld fyri 170.000 kr og skal hetta gjaldast yvir max. fýra ár, skrivar Vágs kommuna á heimasíðuni.
Hetta skal tó leggjast fram á limafundi í teimum báðum vatnfeløgunum, og skulu tey tá taka støðu til tilboðið frá kommununi um yvirtøkuna. Eru partarnir samdir, verða tey bæði vatnfeløgini yvirtikin 1. januar 2008.