Miðnámsskúlin er fluttur úr Vági, og Mentamálaráðið hevur boðað frá, at ikki er brúk fyri húsinum, har skúlin helt til.
Vinnumálaráðið hevur sett brúkaraumboðsmann og eftirlit við alivinnuni. Talan er ikki um so nógv starvsfólk, og tí er hugskotið komið um, at Vágs Kommuna og almennu stovnarnir býta um hølir. Vágs Kommuna sigur soleiðis á síni heimasíðu:
Vágs kommuna hevur víst bygninginum áhuga, og hevur Mentamálaráðið skotið upp eitt gerðabýti, soleiðis at býráðið í eitt ávíst áramál ókeypis fær brúksrættin til bygningin, og at Vinnumálaráðið sama áramál ókeypis fær brúksrættin til verandi skrivstovuhølir, ið býráðsskrivstovan húsast í.
Mentamálaráðið letur býráðnum brúksrættin til ognina undir ávísum treytum:
- býráðið yvirtekur allan rakstrar- og viðlíkahaldskostnaðin av ognini
- Landsverk hevur eftirlit og átalurætt um nýtsluna og røktina av ognini
- Landsverk skal góðkenna allar møguligar broytingar av húsinum, áðrenn hesar verða framdar.
- Vágs býráð fær forkeypsrætt til ognina.
Líknandi treytir um kommunskrivstovuna eru settar Vinnumálaráðnum:
Vinnumálaráðið yvirtekur allan rakstrar- og viðlíkahaldskostnað av ognini.
Vágs kommuna kemur at hava eftirlit og átalurætt um nýtsluna og røktina av ognini.
Vágs kommuna skal góðkenna allar møguligar broytingar av húsinum, áðrenn hesar verða framdar, skrivar Vágs Kommuna á síni heimasíðu.
Vágs Kommuna letur í dag upp í nýggju hølunum, har Miðnámsskúlin helt til. Hesin bygningur verður eisini róptur Gamla Posthús.









