Seinastu mánaðirnar hevur Vágs kommuna arbeitt miðvíst við at knýta samband við vágbingar undir útbúgving.
- Vit hava nú knýtt samband við umleið hálvthundrað vágbingar, sum eru undir útbúgving í Føroyum og uttanlands.
Kommunan vísir á, at nú netverkið er skipað, er farið undir at skipa eitt virkið samstarv millum lesandi og Vágs kommunu.
- Fram til summarfrítíðina verður skipað fyri ymiskum tiltøkum, har eitt nú vágbingar undir útbúgving uttanlands fáa møguleika til at geva teirra boð uppá, hvørji viðurskifti hava týdning, tá ræður um at menna í Vág og Suðuroynna.
Harumframt bjóðar Vágs kommuna eisini lesandi hjálp at finna praktikk pláss.
- Nógvar útbúgvingar hava innbygt ein praktikk part, eina starvsvenjing. Nú kunnu lesandi venda sær til Vágs kommunu og fáa hjálp til at finna praktikk pláss í Suðuroynni, sigur Vágs kommuna.