Fríggjadagin 19. februar verður Vágs Kirkja 60 ár. Kirkjan varð vígd føstulávintssunnudag 19. februar 1939 av danska bispinum, Fuglsang Damgaard. Í sambandi við vígsluna av kirkjuni tók Edith Dahl stig til at stovna eitt kór, ið skuldi hoyra til kirkjuna. Hetta kórið fekk navnið Kirkjukórið Ljómur, og fyllir hetta kórið somuleiðis seksti ár komandi fríggjadag. Kórið hevur enn sama tilknýti til kirkjuna, sum upprunaliga ætlað. Sungið verður til serligar Guðstænastur og hátíðardagar.
Í samabandi við føðingardag kirkjunar og kórsins, verður hátíðarguðstænasta hildin í kirkjuni komandi sunnudag, har Hans Jacob Joensen, bispur fer at prædika, og Heri Joensen, fyrrverandi sóknarprestur í Vági, fer saman við Andreasi Andreasen, virkandi sóknarpresti, at taka sær av altartænastuni. Sjálvandi fer kirkjukórið Ljómur eisini at seta sín serstaka dám á hátíðarguðstænstuna við sínum vakra sangi.