Vágs Býráð sleppur ætlan um at byggja barnagarð

Tað er nú greitt, at Vágs Býráð noyðist at sleppa ætlanini at byggja nýggjan barnagarð í býnum. Tað skrivar Sosialurin í dag.

Orsøkin er, at Fíggjarmálaráðið noktar kommununi at taka lán til endamálið.

Fyri at kunna byggja barnagarðin hevði tað verðið neyðugt at tikið lán til endamálið

Men tað vil Fíggjarmálaráðið ikki loyva Vágs Býráð, tí skuldin hjá kommununi er so stór.

Ráðið sigur hinvegin, at Vágs Býráð hevur lagt stóran dent á at betala skuldina niður og heldur tann gongdin fram, er skuldin komin niður á 35 milliónir í 2012.

Fíggjarmálaráðið sigur, at hækkar rentan ikki, og lækkar skattainntøkan ikki og broyta aðrar fortreytir ikki støðuna til tað verra, kann umsóknin viðgerast av nýggjum í 2012 og verður hon játtað tá, kann barnagarðurin byggjast í 2013 og í 2014.

Men Sosialurin skrivar, at hetta vil Vágs Býráð ikki bíða eftir og tí verður nú farið undir at kanna aðrar møguleikar fyri at bøta um barnaansingina.