Vágs Býráð ? ábyrgdarbýtið

Soleiðis hevur nýggja býráðssamgongan býtt ábyrgdarøkini í býráðnum ímillum sín. Her er talan um tær føstu nevndirnar

Táið nýggja samgongan í Vágs Býráð varð skipað,samdust samgonguflokkarnir eisini um, hvussu nevndirnar skuldu býtast ímillum teir ymsu býráðslimirnar.
NEvndarbýtið sær soleiðis út




Borgarstjóri:
Kirstin Strøm Bech

Varaborgarstjóri:
Àsgerð Stenberg

Fíggjarnevndin:
Kirstin Strøm Bech, forkvinna
Sølvi Andreasen

Tekniska nevnd:
Poul Augustinussen, formaður
Eyðfinn Mørk

Mentanarnevndin:
Àsgerð Stenberg, forkvinna
Poul Augustinussen

Havnanevndin:
Svenning Borg, formaður
Eyðfinn Mørk

Sosiala nevnd:
Sølvi Andreasen, formaður
Svenning Borg

Tríggir limir eru í hvørjari nevnd, men tjóðveldisflokkurin í andstøðu eigur triða og seinasta limin í teimum einstøku nevndunum

Eitt tíðarskeið er endað
Tað var annars nokk so skjótt eftir at valúrslitið í Vági var kunngjørt, at tað varð greitt, at dagarnar hjá Jógvani Krosslá sum borgarstjóra, vóru taldir.
Uttanflokkalistin, sambandsflokkurin og javnaðarflokkurun funnu rættiliga skjótt saman og longu mikudagin samdust tey um at skipa samgongu. Hóskvøldið hittust tey so aftur at býta málsøkini ímilllum sín og klokkan 22 hóskvøldið, varð avtalan undirskrivað.
Nú Kirstin Strøm Bech setir seg í borgarstjórassessin í Vági á nýggjárinum, kann av sonnum siga, at eitt tíðarskeið í Vágs søgu endar og eitt annað byrjar.
Tí samstundis endar eitt drúgvt og hendingaríkt tíðarskeið við tjóðveldisflokkinum í ovastu leiðsluni í Vágs Kommunu.
Tjóðveldisflokkurin hevur havt borgarstjóran í Vági í heili 24 ár, ella eitt lítið mannaminni.
Tjóðveldistíðarskeiðið í Vági byrjaði í 1980, tá ið Tórbjørn Benjardøgg varð borgarstjóri. Í 1988 varð Mannbjørn Tausen valdur til borgarstjóra og hesi seinastu 12 árini síðani 1992, hevur Jógvan Krosslá verið borgarstjóri í Vági.
Meiri um nýggju býráðssamgonguna aðrastaðni í blaðnum