Vágoy: Greiður meiriluti fyri samanlegging

Veljararnir í Sandavági og í Miðvági eru ikki í iva um, at kommunurnar skulu samstarva enn meiri í framtíðini.

Saman við løgtingsvalinum skuldu veljararnir taka støðu til ein spurning, hvørt kommunurnar skuldu fara undir ítøkiligt samstarv í framtíðini.

Nú hava valstýrini talt upp á báðum støðum, og her er eingin ivi um úrslitið: Lutfallið millum ja og nei er 4 til 1.

Í Sandavági var úrslitið rættiliga greitt: 416 søgdu ja, 70 nei og 12 atkvøddu blankt.

Í Miðvági var úrslitið ikki eins sannførandi fyri ja-síðuna sum í grannabygdini: Her vóru 427 fyri, men heili 222 ímóti og 9 vóru blankar.

Samanlagt gevur hetta 843 veljarar sum siga ja til samanlegging og 292 sum siga nei.

Nú hava so bygdaráðini í báðum kommunum fingið eitt herðaklapp til at halda fram við at menna samstarvið teirra millum í fyrsta lagi, og síðani at byrja samráðingar við sørvingar.