John Johannessen
Jóannes Eidesgaard heldur, at røðan hjá danska forsætisráðharranum undir aðalorðaskiftinum á fólkatingi um ríkisrættarligu støðu Føroya var bæði góð og áhugaverd.
Hetta segði hann við Útvarp Føroya í steðginum av orðaskiftinum á døgurða í gjár.
Jóannes Eidesgaard er samdur við danska forsætismálaráðharranum um, at tað eru víðgongdir møguleikar fyri at koma víðari á sjálvstýrisleið, sjálvt um Føroyar verða verðandi í ríkisfelagsskapinum. Í hesum sambandi vísti hann fyri útvarpinum á, at hann metir ætlan landsstýrissins, sum at fara yvir um ánna eftir vatni.
Poul Nyrup Rasmussen vísti í røðu síni á, at tað ber til at fáa staðfest ein sáttmála hjá ST um, at Føroya løgmaður fær víðgongdar heimildir á uttanríkispolitiska økinum, sjálvt um Føroyar verða verðandi innan fyri ríkisfelagsskapin.
Eisini vísti Poul Nyrup Rasmussen á, at til ber at gera eina avtalu um, at Føroyar so við og við taka yvir og fáa fult ræði á nøkrum ávísum málsøkjum. Tað, sum lá í orðunum hjá forsætisráðharranum var, at føroyingar kunnu fáa víðtøkt sjálvstýri innan fyri ríkisfelagsskapin.
Hesum sjónarmiðum var Jóannes Eidesgaard sambært útvarpinum samdur í.
Jóannes Eidesgaard vildi ikki gera nakrar siga nakað um, hvat hansara støða er til, at Nyrup fer at halda fram at føra harðar samráðingar. Hann vísti útvarpinum á, at hann ikki er partur av samráðingarnevndini, og tískil hevur hann einki við samráðingarnar at gera.