Ein kelda í fronsku fregnartænastuni vil vera við, at umleið 25 víðgongdir muslimar eru á veg aftur til Evropa eftir at hava verið í venjingarlegum í fjallalendinum millum Afghanistan og Pakistan.
Keldan sigur, at talan er um 25 ungar islamistar, sum eru í góðari venjing, og sum nú ætla sær heim aftur til Evropa ígjøgnum Turkaland.
Sambært fronsku kelduni er tað amerikanska fregnartænastan, sum hevur ávarað lond í Evropa um, at teir 25 menninir rigga til at fara aftur til Evropa. Sum skilst kom ávaringin fyri nøkrum vikum síðani, og hon kann vera ein orsøk til, at fleiri lond hava ávarað um veksandi vanda fyri yvirgangi í Evropa.