Vígdis Fjallstein úr Faroe 5 og singer-songwriter kvinnan Annika Vang hava tikið stig til stuðulstiltak, sum verður í Norðskála-Oyrar skúla hóskvøldið. Tað er í samstarv við átakið »Í Menniskjum góður tokki«, at tær báðar bygdagenturnar og barndóms vinkonurnar gera hugnakvøldið, har fyrst og fremst ein rúgva av tónleiki verður at hoyra, umframt at tað eisini ber til at keypa bæði turriklæð og málning.
Vígdis og Annika hava lagt seg eftir at fáa ung fólk at spæla til tiltakið. Vígdis er sjálv kend frá bólkinum Faroe 5, men skrivar eisini egin løg, sum hon fer at framføra hóskvøldið. Tað sama ger og fer Annika Vang, sum áður hevur spælt á eitt nú Asfalt.
Hini ungu fólkini, sum fara at spæla, eru Jógvan Joensen, Asta Højgaard, Heri Olsen og Kenneth & Albin. Fyrireikararnir siga, at ungu tónleikararnir eru allir sera ymiskir, men felagsnevnarin er tann, at tey gjarna stuðla átakinum »Í Menniskjum góður tokki«.
Tað ynskir Turið Jacobsen frá Argjum eisini, sum hevur latið eitt av sínum turrikløðum til sølu hóskvøldið. Turið bindir eina rúgvu og tað er eitt av teimum turrikløðunum, hon hevur bundið, sum kann keypast í Norðskála-Oyrar skúla hóskvøldið.
Eisini Pauli Vang, abbi Anniku, hevur stuðlað við einum málningi, sum somuleiðis verður seldur hóskvøldið.
Stuðulstiltakið verður í Norðskála-Oyrar skúla á Oyrarbakka hóskvøldið klokkan 19.00.