Í kvøld verður finalan í danska Melodi Grand Prix. Har verður møguligt at síggja føroysku Vígdis, sum dansar fyri nakrar av luttakarunum, ið ynskja at krydda sang sín við vøkrum dansi Vígdis vann í heyst sjónvarpsdansikappingina ?Kan du danse?? í Danmark. Nú er føroyski dansarin at síggja í eini aðrari sjónvarpssending, tí Vígdis hevur dansað til innleiðandi umførini í Meldodi Grand Prix í Danmark og verður við í finaluni í kvøld
Vinnarin av finaluni fer síðani víðari til altjóða Melodi Grand Prix finaluna, sum verður í Finlandi. Hendir tað, at onkur av luttakarunum, Vígdis hevur dansað fyri, endar í altjóða finaluni og sleppur til Finlands, so merkir tað kortini ikki, at føroyski dansarin við vissu sleppur við. Tað er nakað, sum sangarin avgerð, tí møguliga ynskir sangarin heldur eitt kór aftrat sær til finaluna, heldur enn dansarar, og so sita Vígdis og restin av dansarunum eftir í Danmark.
Sambært Dimmalætting hevði tað tó glett Vígdis, um hon slapp til Finnlands at dansa. Í løtuni dansar hon mest sum freelancari. Hon er eisini partur av eini verkætlan, har hon skal gera eina koreografi til tónleikin hjá einum klaverleikara. Aftrat tí vónar Vígdis, at hon sleppur til New York í summar at dansa, sum var ein partur av vinninginum í ?Kan du danse??, skrivar Dimmalætting.
Sjónvarpið sendir finaluna beinleiðis í kvøld, og hon byrjar klokkan 19.00










