Vígdis hevur verið framúrskarandi 


– Føroyska Vígdis Hentze Eliesersdóttir Bjørck hevur verið fantastisk í leiklutinum sum Johanna. Hon er sera dugnalig og kann saktans fara víðari sjónleikaravegin. Hinir leikararnir hava eisini gjørt tað sera væl, sigur Richard Hobert, svenskur leikstjóri

Leikstjórin á filminum ”Fågelfångarens son”, Richard Hobert, hevur nógv rósandi orð at bera leikarunum í nýggja filminum, sum er tikin upp í Føroyum.

– Eg møtti Vígdis fyrstu ferð í 2010 í New York. Eg sá nakað serligt og óvanligt við henni. Hon var dugnaligur dansari, og eg legði mær hana í minni. Og so var hon sera vøkur. Eg tosaði við hana um hesa gomlu frásøgnina, og eg hugsaði beinanvegin, at hon mátti hava ein leiklut í filminum, sigur Richard Hobert.

Lesið meira í vikuskiftissosialinum, har tosað verður við svenska leikstjóran, føroyska leikaran Vígdis Hentze Eliesersdóttir Bjørck og danska sjónleikaran Rudi Køhnke.

Sosialurin fæst í sølubúðum kring landið.