Vígdis hevur skapað virðislønina

Listarkvinnan Vígdis Petersen hevur gjørt nýggju AME-virðislønirnar, sum verða lætnar føroyskum tónleikarum fyri fyrstu ferð leygarkvøldið

Tað verður ein nýggj og spennandi virðisløn, sum verður latin á fyrsta sinni leygarkvøldið. Tað er spennandi, bæði tá ið hugsað verður um, hvørji fólkini verða, sum verða vald, og eisini tá ið hugsað verður um, at sjálv virðislønin verður avdúkað.
Í útlandinum er tað vanligt, at virðislønir verða lætnar innan filmsídnaðin, tónleikavinnuna og onnur mentanarlig øki.
Hetta hevur ikki verið so vanligt í Føroyum, men leygarkvøldið fær føroyskur tónleikur sínar fyrstu serligu virðislønir, sum verða lætnar til Altantic Music Event. 14 virðislønir skulu lætast fyri alt frá besta sangi og bestu fløgu til besta sangara og besta gittarspæalra.

Leirlist
Tá ið fólk skulu heiðrast við slíkum virðislønum er vanligt, at tey fáa eitt prógv um hetta, og øll munnu kenna lítlu Oscar-standmyndina, sum kanska er kendasta virðislønin av teimum øllum.
AME-virðislønin er nú eisini skapað, og tað er føroyska listarkvinnan Vígdis Petersen, sum arbeiðir nógv í Danmark, ið hevur gjørt virðislønina.
? Hetta er ein stuttlig uppgáva, og tað hugskotini og tankarnir koma, meðan eg arbeiði við verkinum. Virðisløin hevur reinan keramikk uttan glasur, sum kann benda á ein reinan tóna, hon minnir um ein metronom, hon hevur musiskar rørslur og onkrastaðni ber til at hóma tær linjurnar á einum nótablaði, sigur Vígdis Petersen, sum nú leggur seinastu hond á nýggju AME-virðislønina.
Vígdis Petersen er leirlistakvinna, og hon hevur seinastu tíðina verið í Føroyum og gjørt nyggju virðislønina. Hon hevur stillað út síðani 1982 og hevur millum annað havt serframsýningar í Mentamálaráðnum og Bistrup Kirke.

Ferðast víða
Vígdis Petersen hevur gingið á Danmarks Designskole, og hon hevur seinni eisini fingið útbúgving á Hans Christian Højers Tegneskole og Multimediainstituttet. Hon hevur gjørt ferðir til Fraklands, Italia, Litava, USA, Spania og Týsklands í sínum listarliga arbeiði, men hon hevur eisini javnan verið heima í Føroyum og stillað út hesi árini.
Og leygarkvøldið verður virðislønin, sum hon hevur gjørt til Atlantic Music Event, latin fyri fyrstu ferð.
Tað er Føroya Sparikassi, ið er ein av stuðlunum hjá Prix Føroyum, sum hevur fíggjað nýggja nýggju virðislønina.