Vígdis var ein av almennu dansarunum í sendingini og umframt at luttaka í vinnandi framførsluni dansaði hon bæði í byrjanini og í øðrum framførslum. Tað kann hugsast, at DQ fer at broyta sína framførslu í Eurovision finaluni, tí var tað ikki greitt, um Vígdis fór at verða boðin við í sjálva finaluna. Men Vígdis sigur við Dimmalætting í dag, at hon er boðin við til Finlands. Enn hevur Vígdis tó ikki avgjørt, um hon tekur av tilboðnum, skrivar Dimma.









