Lagi_ á Jóansøkuni í Vági fekk eitt orduligt skump rætta vegin seinnapartin leygardagin, tá i_ ta_ eydna_ist Vágbinginum at vinna tøttu kappingina millum 10-mannaførini. Serliga væl kom ta_ vi_, at Vágbingur hev_i vunni_, tá i_ ta_ seinni leygarkvøldi_ kiksa_i hjá VB á heimavølli. Tá kendist ta_ sum um, at 10-mannafari_ hev_i drigi_ eitt sindur av kreditti í stevnurei_ri_!
Ta_ var ikki nógv strí_ hjá ró_rarmonnunum at taka sær av bátinum, tá i_ teir eftir glæsiliga sigurin skuldu draga bátin, sum er fyrrverandi Kjølur hjá kollfir_ingum. Seinast Kjølur vann ein ró_ur var í 1996.
Ta_ var eitt, tvey og tr_, so var báturin lyftur og lættur upp á turt av nógvum kátum vágbingum. Og leygarkvøldi_ var báturin líka sum settur til frams_ningar uppi vi_ minnisvar_an, har hann aftur og aftur var_ sko_a_ur av væl nøgdum vágbingum, og fleiri teirra tóku myndir av honum.
Longu sunnudagin, me_an onnur hildu Jóansøku, var Vágbingurin aftur at síggja á fjør_inum. Tá vóru teir farnir undir fyrireikingarnar til FM ró_urin, sum leygardagin ver_ur í Vestmanna.
- Vit eru noyddir at n_ta hvørja løtu, sum ta_ ber til at savna manningina. Vit eru bara tríggir, sum í løtuni búgva í Vági. Hinir eru allir nor_anfyri. Ta_ hevur vi_ sær, at vit teir fyrstu dagarnar í vikuni venja vi_ maskinum. Tórsdag plaga vit at fara nor_ur um. So venja vit í Havnini tórskvøld og eisini vi_hvørt fríggjakvøld og aftur sunnudag, eftir at vit hava kappast leygardagar. Umstø_urnar hjá okkum eru tískil ikki so gó_ar, sum tær ivaleyst eru hjá hinum manningunum. Men leygardagin vísti ta_ seg, at ta_ bilti ikki.
Jóhan Sofus Múller er bátsforma_ur umbor_ á Vágbingi. Hann er ein av teimum, sum tvey tey seinastu árini hava veri_ vi_ til at vinna FM vi_ 6-mannafarinum Smyrli. Ta_ hevur ljó_a_, at ta_ eru teir, sum tvey tey undanfarnu árini manna_u Smyril, og so nakrir afturat, sum nú manna_ Vágbing. Men hetta er bara ein hálvur sannleiki ella eitt sindur minni enn ta_:
- Frá Smyrla manningini í fjør eru vit tríggir umbor_ á Vágbingi. Tveir av hinum, sum ró_u saman vi_ okkum í fjør, eru uttanlands, og tveir ynsktu at halda frí frá rógvingini í ár. Men teir hava sagt, at teir fara at tørna til aftur næsta ár. Hinir koma úr ymsum her_ashornum. Eitt nú eru tríggir, sum ró_u vi_ 6-mannafarinum Jarnbardi í fjør, og sum harvi_ kappa_ust vi_ okkum umbor_ á Smyrli. Ein er vi_ okkum, sum ró_i vi_ Gongurólvi í fjør. So eru ta_ onkrir a_rir, sum ikki ró_u í fjør, men sum hava roynt at rógva okkurt av undanfarnu árunum, og onkur hevur ongantí_ luttiki_ í kappró_ri á_ur.
Ta_ ljó_ar sum um, at talan er um samansetta manning av ungum monnum millum 22 og 29 ár, sum hava ta_ til felags, at teir hava vilja_ roynt, hvussu langt teir kunnu røkka í kappingini millum 10-mannaførini, og ta_ ver_ur sta_fest, tá i_ ta_ ver_ur spurt, hvørjir teir eru, sum manna bátin. Tá knípir ta_ í fyrstu atløgu at finna fram til øll eftirnøvnini, men eftir eitt sindur av ringing kemur ta_ upp á pláss. Teir ellivu eru Sonhard Dalfoss, Mortan Mortensen, Jóhan Sofus Múller, Andreas Poulsen, Vilhelm Petersen, Kári Brattaberg, Thomas Christensen, Hans Pauli Misá, Magnus Sørensen, Jóhan av Reyni og Heini Tausen.
Sambært formanninum á Vágbingi, so hevur 10-mannafari_ hjá vágnbingum ikki vunni_ nakran ró_ur sí_ani í 1982. Einasta fer_in higartil, at Vágbingur hevur vunni_ FM, var í 1980. Tá i_ ta_ er so langt millum sigrarnar, var ta_ ikki so undarligt, at ta_ var serligur kappró_rarfagna_ur í Vági leygardagin. Ta_ ljó_a_i, at onkur vágbingur hev_i hug at fella tár, tá i_ ta_ var greitt, at Vágbingur hev_i vunni_. Tey tí_indini hevur ikki eydnast at fáa vátta_. Men sjáldan kemur roykur úr ongum brandi, plagar at ver_a tiki_ til!
Leygardagin ver_ur aftur lagt til brots. Tá ver_ur kappast í Vestmanna, har teinurin eisini er 1000 metrar, og í Vági og alla a_ra sta_ni, har tey halda vi_ og taka á vi_ Vágbingi, fer at ver_a fylgt serliga væl vi_ í sí_sta ró_rinum.