Vágbingur virðisløn fyri flott avrik

Vinnaraverkætlanin, sum vágbingurin saman við einum øðrum næmingi, fekk heiðursløn fyri, kallast ?Den der smører godt, kører godt?. Ingi Hansen úr Vági, sum lesur til skipsførara og maskinmeistara í Svendborg, fekk herfyri saman við einum øðrum næmingi, Philip Krause, heiðursbræv og 25.000 krónur í virðisløn fyri eina bachelor-uppgávu. Virðislønin er latin fyri sera gott avrik.

Tað var Iver C. Weilbach & Co, sum læt hesa virðislønina, og hon verður rópt Weilbach Pris på Den Blå Konference.

Heiðurin verður latin sjóvinnulesandi, sum lata sína verkætlan inn til dømingar hjá eini nevnd, sum stjórnar tíðarritinum, MERCATOR.

Vinnaraverkætlanin kallast á donskum ?Den der smører godt, kører godt?.

Tað er www.emuc.dk sum ber hesi tíðindi.