Vágbingur verður deildarstjóri í Sev

Sev hevur hevur nú fingið nýggjan deildarstjóra fyri framleiðsluna

Nevndin í SEV hevur avgjørt at seta Hera Mortensen í starvið sum deildarstjóri fyri framleiðsluni hjá SEV.

 

Tað boðar Sev frá beint nú.

 

Hann tekur við starvinum í næstum, tá ið sitandi deildarstjóri, Anders Nedergaard-Hansen, fer frá fyri aldur.

 

 

Heri Mortensen tók við einum starvi sum verkætlanarleiðari hjá elfelagnum í juli í fjør. Hann hevur eisini áður starvast hjá Sev frá 2005 til 2011 sum verkfrøðingur.

 

– Heri Mortensen, sum er úr Vági, hevur drúgvar royndir og hollar førleikar innan allar partar av elframleiðsluni, sigur Sev.

 

Hann er sterkstreymsverkfrøðingur og eftir lokna útbúgving í 1994, var hann fyrst verkfrøðingur í Danmark, og eftir tað, frá 1999 til 2005, hevði hann sína egnu elinnleggjarafyritøku í Føroyum, sum einamest arbeiddi fyri ídnaðarvirkir og aðrar stórar fyritøkur.

 

Árini frá 2011 til 2016 arbeiddi Heri Mortensen í norsku oljuvinnuni, umframt at hann eitt stutt skifti var tekniskur leiðari hjá Vágs kommunu.