Vágbingurin John Eystberg er settur sum venjari hjá 2. deildarliðnum hjá GÍ. John Eystberg var í mong ár fastur fúsur á besta liðnum hjá VB.
Umframt at venja teir næstbestu hjá gøtumonnum skal John Eystberg, sum er búsitandi í Havn, eisini venja bæði unglingarnar og dreingirnar hjá GÍ. Nógv bendir eisini á, at John Eystberg sjálvur skal verða við á vøllinum, tí tá ið 2. deildarliðið um vikuskiftið leikti venjingardyst, taldi John Eystberg millum málskjúttarnar hjá GÍ.