20 ára gamla Monika Midjord Nolsøe úr Vági er millum tær 25 kvinnurnar, ið skulu kappast í árligu vakurleikakappingini Miss Universe Danmark. Vinnarin, sum verður funnin 7. juni, sleppur til risastóru altjóðu Miss Universe kappingina, har umboð frá upp ímóti 90 øðrum tjóðum luttaka.
Monika, sum dagliga gongur á Glasi, hevur leingi havt ein dreym um at meldað seg til eina líknandi kapping.
- Eg havi altíð havt áhuga fyri vakurleika og havi í nógv ár havt ein stóran dreym um at standa á palli til eina vakurleikakapping. Mær dámar væl at gera nógv burtur úr mær sjálvari við sminku, flottum hári og penum klæðum - so eg føli, at eg passi væl inn í kappingina, sigur hon við Sosialin.
##med2##
Billaði fólki inn hon ferðaðist hvørt vikuskifti
Tað eru nakrir mánaðir síðan, at Monika fekk at vita, at hon var millum ársins Miss Universe Danmark finalistar. Síðan tá hevur hon hildið tað loyniligt, sum ikki hevur verið so lætt.
- Tað hevur verið ótrúliga ringt at hildið tað loyniligt. Tað var ringt ikki at kunna tosa um nakað, sum eg hevði hug at fortelja øllum, tí eg var so glað og spent. Tað var heldur ikki lætt at billa fólki inn, at eg bara var í Danmark og ferðaðist, tá eg fleyg niður næstan hvørt vikuskifti í sambandi við kappingina, sigur Monika Midjord Nolsøe.
- Eg vóni eg vinni
Hon hevur góðar vónir fyri sína luttøku, men fyri hana snýr tað seg ikki bara um at vinna.
- Eg vóni sjálvandi, at eg vinni, og tað er tað, ið eg arbeiði hart fyri í løtuni. Men burtursæð frá tí, so veit eg, at eg fari at fáa nógv góð ting burtur úr hesari kappingini, sum eg kann brúka restina av lívinum.