Vágbingur settur býarverkfrøðingur á Tvøroyri

Eftir at hava ligið í verkfrøðingaloysi í fleiri ár, hevur Tvøroyar Býráð aftur sett býarverkfrøðing

Býarverkfrøðingur

Nú hevur Tvøroyrar kommuna aftur fingið býarverkfrøðing.
Á seinasta fundi samtykti Tvøroyrar Býráð at seta Tom Silvurdal í starvið sum býarverkfrøðingur og hann er longu byrjaður í starvinum.
Um hetta skal vera eitt tekin um nýgjar tíðir í Suðuroy, skal vera ósagt, men Tom Silvurdal er vágbingur og hann býr í Vági.
Og Býráðið hevur heldur ikki sett sum treyt, at hann skal flyta á Tvøroyri at búgva.
Í øllum førum skerst ikki burtur, at fyri nøkrum árum síðani hevði tað politiskt verið trupult at sett uttanbíggjafólk í so týðandi kommunalt starv í ymsum kommunum í Suðuroy - undir øllum umstøðum hevði verið ringt at sloppið undan kravinum um at hann skuldi búsett seg í kommununi, har hann fekk sína løn.
? Eg veit ikki, hvussu onnur hugsa, men vit meta Suðuroynna sum eina eind og tí hava vit ikki ikki hugt eftir, hvaðani best skikkaði umsøkjarin var ættaður og ei heldur hava vit kravt, at hann skal búseta seg á Tvøroyri, sigur Kristin Michelsen, borgarstjóri.
Býarverkfrøðingurin skal røkja tær verkfrøðiligu uppgávur, sum eru á Tvøroyri.
Men býráðið væntar eisini, at hann fer at fáa nakað av avlopstíð, so at hann eisini kann røkja uppgávur fyri aðrar kommunur í oynni.
? Vit ætla í hvussu so er, at tað skal bera til hjá øðrum at keypa sær tænastur frá býarverkfrøðinginum á Tvøroyri, sigur Kristin Michelsen.
Sostatt skuldi borið til at røkt fleiri av teimum arbeiðsuppgávum í oynni, sum dag verða sendar norðureftir.
Tom Silvurdal er 40 ára gamal. Í 1991 tók hann prógv sum byggiverkfrøðingur og síðani hevur hann havt sjálvstøðugt virki. Hesi seinastu árini hevur hann arbeitt í Danmark.
Hann sigur, at av tí at Tvøroyrar Kommuna ikki hevur havt verkfrøðing í nøkur ár, verður arbeiðið í fyrstuni at fáa tekniska økið dagført og at byggja upp eina tekniska deild á Tvøroyri.
? Tá ið vit eru komin uppundan við tí, skuldi onki verið í vegin fyri at átikið okkum uppgávur fyri aðrar kommunur í oynni eisini, sigur hann.
Trý fólk arbeiða á teknisku deild hjá Tvøroyrar Kommunu.