Vágbingar vitja í Runavík

Sunnudagin fáa runavíkingar vitjan av VB í Runavík.

Hjá NSÍ ræður um at fáa fulla úrtøku burtur úr dystinum sunnudagin, tí seinastu trý umførini hevur NSÍ ikki vunnið.

Helgi er leikbannaður
Ein av grundstuðlunum hjá NSÍ, Helgi L. Petersen, verður tó ikki við hjá NSÍ, tí at hann er leikbannaður eftir fimm gul kort.
Hinvegin kunnu tey í Runavík fegnast um, at bæði Kári og Dánjal Hansen eru við aftur, eftir at teir hava verið úti við skaða.
Harafturat eru bæði Sjúrður Jacobsen og Gert Langgaard framvegis skaddir, og ikki er greitt, nær teir verða tøkir aftur.
Helgi L. Petersen sigur, at tað er ógvuliga umráðandi hjá runavíkingum at vinna dystin móti VB, tí teir hava brúk fyri einum sigri, um teir ikki skulu detta niðurímillum.
Í Vági stendur sjáldsama væl til við fólki. Ikki tí, tá ið VB farna vikuskifti leikti javnt móti HB vesturi á Eiðinum, vóru allir føstu leikararnir við, men tá var bonkurin ógvuliga tunnur. Hesaferð sær betur út við fólki, tí allir mans eru tøkir, frætta vit úr Vági.