Vágs kommuna er farin undir at gera eitt yvirlit yvir vágbingar, sum eru undir útbúgving í Føroyum og uttanlands, og sum eru lidnir við útbúgvingina seinastu trý árini.
- Endamálið við yvirlitinum er eitt nú at fáa skrásett, hvørjar útbúgvingar vágbingar nema sær, soleiðis at møguleiki er fyri at seta seg í samband við fólk við viðkomandi útbúgvingum, tá størv verða leys ella nýggj størv verða stovnaði í Vági og í Suðuroynni sum heild.
Tað sigur Vágs kommuna.
Lagt verður aftrat, at endamálið við átakinum er eisini at knýta sambond millum vágbingar undir útbúgving og kommununa og vinnulívið.
Eitt yvirlit yvir vágbingar undir útbúgving letur upp fyri, at Vágs kommuna og lokala vinnulívið kann fáa lesandi at gera ymiskar uppgávur, eitt nú í samband við projektarbeiðið í lestrartíðini.
Víst verður á, at eitt nú kunnu arkitektlesandi tekna bygningar ella nýtslu av hølum, samfelagsfrøðingar ella juristar kunnu hjálpa til við bygnaðarbroytingum, verkfrøðingar kunnu loysa byggitekniskar uppgávur fyri kommununa og vinnulívið, eins og lív- og fiskifrøðingar kunnu hjálpa vinnulívinum.
Dennis Holm, borgarstjóri í Vágs kommunu, sigur, at við einum virknum sambandi og tilknýti millum kommununa og vinnulívið á aðrari síðuni og lesandi úr Vági uttanoyggja og uttanlands, gerst lætt at fylgja við, hvør tørvurin er á fólki við útbúgving, og hvørjar uppgávur fólk við útbúgving kunnu loysa fyri Vágs kommunu og vinnulívið í Vági.
- Hetta átak er ein liður í miðvísa arbeiðnum hjá Vágs kommunu at fáa fólk at flyta aftur til Vágs, sigur Dennis Holm.
Tey, ið ynskja at verða skrásett í yvirlitinum, kunnu venda sær til Maritu Gunnarstein Joensen, sum samskipar átakið. Telduposturin hjá henni er marita_joensen@hotmail.com