Vágbingar vilja ikki ganga í takt

Nú kommunurnar í Suðuroy aftur hava sett samanlegging á dagsskrá, stendur Vágs Býráð framvegis fast við, at møguleikin fyri at leggja Suðuroy í tvær kommunur, skal kannast

Vágbingar taka framvegis ikki glaðbeintir undir við, at øll Suðuroy verður løgd saman í eina kommunu.

Tað er greitt eftir býráðsfund í Vági í gjárkvøldið.

Hesar seinastu mánaðirnar hava kommunurnar í Suðuroy tosað um at seta ein arbeiðsbólk at stinga eina gongda leið út í kortið, so at øll Suðuroy kann verða løgd saman í eina kommunu.

Áður hava kommunustýrini á Tvøroyri, í Hovi og í Porkeri tikið undir við ætlanini og avtalað er, at hinar fýra kommunurnar skuldu taka avgerð um málið, so hvørt tær høvdu fund.


Ikki í takt við hinar

Og í gjárkvøldið varð so fundur í Vágs Býráði, har kommunusamanlegging var á skránni.

Vágs Býráð hevur áður tvíhildið um, at leggja Suðuroy saman í tvær kommunur fyrst, ístaðin fyri eina og so at arbeiða víðari haðani frá.

Og á fundinum í gjárkvøldið kom fram, at vágbingar vilja ikki ordiliga ganga í takt við hinar kommunurnar, tí teir halda framvegis fast um, at teir fara ikki glaðbeintir upp í eina felags Suðuroyar Kommunu.

Vágs Kommuna tekur undir við, at ætlaði arbeiðsbólkur verður settur at viðgera eina samanlegging.

Men samtyktin er treytað av, at arbeiðsbólkurin skal eisini kanna møguleikarnar fyri at leggja Suðuroy saman í tvær kommunur og at kanna fyrimunirnir og vansarnar við tí við.

Tað, sum Vágs Býráð í so fall hugsar sær, er, at tær fýra syðstu kommunurnar, Sumba, Vágur, Porkeri og Hov, leggja saman í eina kommunu og at hinar tríggjar, Tvøroyri, Fámjin og Hvalba leggja saman í eina.

Men tað kom eisini fram á býráðsfundinum í Vági, at tað er neyðugt at tosa við hinar kommunurnar í syðru helvt fyri at vita, um áhugi yvirhøvur er fyri at leggja tær syðru kommunurnar saman í eina kommunu.

- Eru hinar kommunurnar í syðru helvt í Suðuroy ikki sinnaðar at leggja saman við Vági í eina kommunu, er støðan ein onnur, sum so má takast til viðgerar.

Men í Vágs býráði halda tey, at tað er eitt øgiliga víttgandandi stig at taka, at leggja alla oynna saman í eina kommunu í einum høggi.


Ikki skundast ígjøgnum

Vágs Býráð er eisini fullsamt um, at ein møgulig kommunusamanlegging í Suðuroy skal ikki skrumblast ígjøgnum.

Býráðslimir síggja fyri sær, at verður talan um samanlegging, verður tað galdandi frá 1. januar 2013, tá ið aftur eitt nýtt valskeið hjá kommunustýrunum byrjar.

Býráðslimir í Vági eru sostatt av teirri áskoðan, at skulu kommunur leggja saman, skulu tær brúka alt hetta valskeiðið til at fyrireika samanleggingina.

Men tað, sum Vágs Býráð eisini hugsar um, er, at landsstýriskvinnan í innlendismálum, Annika Olsen, hevur sett arbeiðsbólk at kanna kommunubygnaðin.

Og Vágs Býráð staðfestir, at tað kann ikki koma upp á tal at leggja kommunurnar saman, fyrrenn tey kenna niðurstøðuna hjá hesum arbeiðsbólkinum, sum skuldi koma á ólavsøku.

- Vit kunnu ikki leggja saman, fyrrenn vit vita, hvat vit leggja saman til, er støðan hjá Vágs býráði.

Býráðslimirnir í Vági eru eisini samdir um, at áðrenn kommunusamanlegging kann koma upp á tal, má eitt munadygt fyrireikingararbeiði gerast, so at tað nágreiniliga verður avtalað, hvussu samanlagda kommunan skal skipast við umsiting, skúlum o.s.fr.

Og í Vágs Býráði eru tað eisini býráðslimir, sum eru púra sannførdir um, at samgongan fer ikki at leggja kommunur saman við lóg.

Tó vóru tey greið yvir, at tað kann samgongan kortini gera óbeinleiðis við at leggja so nógv málsøki undir kommunurnar at umsita, at tær noyðast at leggja saman fyri at klára at lyfta uppgávuni.


Ikki fyri einhvønn prís

Í prátinum um kommunusamanlegging í Suðuroy, vakti borgarstjórin í Vági, Kirstin Strøm Bech, størst ans í heyst, tá ið hon kunngjørdi, at hon hevur skift støðu og nú tekur undir við, at Suðuroy verður ein kommuna.

Men á býráðsfundinum í Vági í gjár minti hon eisini á, at hon hevur gjørt greitt, at tað skal ikki vera fyri einhvønn prís.

Og hon helt, at tað er neyðugt at kanna út í æsir, hvat kommunusamanlegging inniber og hon tekur eisini undir við, at allir møguleikar verða kannaðir, bæði Suðuroy sum ein kommuna og sum tvær kommunur.

Og eisini hon vil hava at vita, hvat úrslit arbeiðsbólkurin hjá landsstýrinum kemur við.

Les eisini greinina: Granskingardepilin fór um mark