Í Vágs Býráði vilja tey hava nógv meiri at vita, áðrenn tað kann verða hugsingur um at góðtaka ætlanina hjá samgonguni um at leggja kommunur saman og leggja fleiri øki undir kommunurnar at umsita. Tað varð greitt á býráðsfundinum í gjárkvøldið, har býráðið umrøddi ætlanina at nýskipa kommunala bygnaðin so at vit fáa færri og størri kommunur.
Vágbingar halda ikki, at tað er nóg greitt, hvør ætlanin er og hvørji málsøki ætlanin er at leggja undir kommunurnar.
Eitt endamál við nýskipanini er, at kommunurnar skulu vera størri og sterkari, men samstundis er ætlanin at skipa Vestmanna og Kvívík í eina kommunu, og Sandoy og Skúvoy í eina kommunu.
Men tær kommunurnar verða ikki størri enn Vágs kommuna er nú og í øllum førum verða tær væl minni enn Suðuroyar syðra helvt.
Hinvegin er ætlanin at Suðuroy kann verða ein kommuna, hóast tað er alkunnugt, at semja er ikki um tað.
Men býráðslimir í Vági skilja ikki, hví tað ikki kann góðtakast, at Suðuroy er tvær kommuna, ella Vágur er fyri seg sjálvan, tá ið ein kommuna, sum er minni enn tað verður góðtikin og verður mett at vera nóg sterkt á átaka sær fleiri uppgávur.
- Klára Vestmanna og Kvívík og Klárar Sandoy at umsita eitt málsøki, klárar Vágs Kommuna tað eisini einsamøll, varð staðfest.
Í upplegginum, sum Innlendismálaráðið hevur sent Vágs Býráði, verður sagt, at fólkaatkvøða skal vera í teimum einstøku kommununum.
Tær kommunur, sum siga nei, skulu eisini sleppa frá at leggja saman. Men tær verða kortini tvingaðar í eitt samstarv við hinar kommunurnar í økjunum og tað er ætlanin at áseta hetta samstarvið við løgtingslóg.
Vágs Býráð samtykti, at tey góðtaka ikki ætlanini um at nýskipa kommunubygnaðin, soleiðis sum hon nú fyriliggur, tí tey vilja hava at vita nógv nágreiniligari, hvørjar ætlanir, samgongan heilt ítøkiliga ætlar.
Vágs Býráð vil eisini hava nágreiniliga at vita, hvussu ætlanin er at skipa tey fíggjarligu viðurskiftini.