B36 er næstfremst og stríðist fyri at vinna FM. VB/Sumba er næstaftast, og tað skal nógv til, áðrenn tað eydnast suðuroyingum at lyfta seg upp um strikuna. Men hóast støðutalvan leggur upp til, at B36 er greiður favorittur, so verður í B36 undirstrikað, at sunnudagsgestirnir í Gundadali eiga ikki at verða undirmettir:
- Um vit skulu hugsa um FM, so er tað einki sum eitur. Vit skulu vinna, men sýna vit ikki rætta hugburðin, so verður tað vandamikið. VB/Sumba hevur fleiri ferðir seinastu tíðina verið á odda, áðrenn teir hava mist, og teir hava víst dygdir á útivølli. Eitt nú megnaðu teir málleysan javnleik síðsta sunnudag, tá ið teir vóru á Sandi, vísir B36 miðvallarin Hanus Thorleifsson á.
Í Vági vóna teir, at okkurt stigið verður í viðførinum suður aftur sunnukvøldið. Men tað verður sera torført:
- Tað er ikki bara sum at siga tað, at spæla í Gundadali ímóti B36. Støðan hjá okkum er ikki góð, og vit hava brúk fyri øllum tí, sum vit kunnu skava saman. Eisini tí sum vit møguliga kunnu vinna í Gundadali. Men tað verður torført, sigur Dan Djurhuus hjá VB/Sumba.
Í B36 minnast teir væl til, hvussu tað gekk, tá ið VB/Sumba í fjør vitjaði í Gundadali. Tá var úrslitið 2-2.









