Tað var framúr góð og spennandi kapping millum tvey tey fremstu 6-mannaførini við monnum á norðoyastevnu ídag.
Hvessingur legði bragdligast fyri, og fyrra partin av teininum og eitt sindur meiri enn tað, var ljósagrøni báturin fremstur og á veg ímóti sigrinum.
Vágbingur var næstfremstur, og tá ið tað restaðu fýra hundrað metrar vísti tað seg, at orkan var nógv umborð á Smyrli og úthaldni stórt. Stútt og støðugt tók Smyril seg fram. Eina løtu stóð stavn um stavn, men so fekk Smyril stavnin framum, og so gekk tað skjótt. Á málinum var munurin millum tveir teir fremstu tað mesta av einari bátslongd.
Smyril 5.04.18
Hvessingur 5.06.12
Páll Fangi 5.10.16
Gongurólvur
Fortuna