Á norðoyastevnu vann nýggi báturin hjá Vágs kappróðrarfelag kappingina í barnaróðinum millum dreingir.
Í dag verður kappast á sundalagsstevnu í Kollafirði, og aftur í dag vann Fiskurin barnaróðurin millum dreingir.
Á norðoyastevnu var Fiskurin knappliga trý sekund frammanfyri fyrsta avbjóðaran, sum var Heykur. Heykur var aftur í dag næstfremst. Í dag var tað væl meiri spenningurin um sigurin, tí munurin var bara eitt hálvt sekund.
Ingibjørg, sum fyri viku síðani endaði á sjeynda plássi, var í dag nummar trý, og Fípan Fagra, sum á norðoyastevnu var nummar trý, endaði á fjórða plássi.
Talan var yvirhøvur um sera spennandi róður. Tað var bara eitt stórt sekund frá vinnaranum, Fiskinum, og aftur til Fípuna Føgru á fjórða plássi.
1 Fiskurin 02.47.35
2 Heykur 02.48.03
3 Ingibjørg 02.48.22
4 Fípan Fagra 02.48.42
5 Ternan 02.51.47
6 Svalan 02.53.06
7 Pílur 02.58.10
8 Spógvin 03.02.22
9 Knúkur 03.07.36