Vágbingar undir at byggja barnagarð

Vágs Býráð hevur á býráðsfundi samtykt at fara undir bygging av barnagarði. Barnagarður og vøggustova hava í útvið 8 ár hildið til í einum húsum, sum í síni tíð vóru ein fyribils loysn.

Kirstin Strøm Bech, borgarstjóri, sigur, at samtykt er at grava út og planera. Tvey tilboð eru komin inn uppá arbeiðið, og býráðið hevur tikið av lægra tilboðnum. Byrjað verður sum skjótast.

Talan verður um ein barnagarð við 48 plássum fulla tíð og 16 plássum hálva tíð. Ein stova verður eisini til børn, ið hava serligan tørv.

- Barnagarðurin skal fíggjast yvir raksturin. Pláss skal fáast fyri hesum yvir raksturin, og tað hyggja vit uppá nú, sigur Kirstin Strøm Bech.

Ein fyritøka hevur gjørt metingar fyri kommununa og metingin sigur, at byggingin fer at kosta á leið 4,5 milliónir.

Ikki vøggustova

Núverandi stovnur hevur vøggustovu, men nýggi stovnurin verður bert til barnagarðsbørn. Málið um bygging av barnagarði hevur verið á skrá hjá Vágs Býráð longi, men orsakað av, at hetta er eitt fíggjarliga tungt mál, hava hægri myndugleikar ikki altíð drigið somu línu, sum Vágs Býráð.

-Býráðið hevur nú sett sær fyri at byrja arbeiðið og at loysa málið, sigur borgarstjórin.

Børnini frá 0 til 3 ár fara framyvir í dagrøktarskipanina.

-Ein við pedagogútbúgving skal setast í starv sum ráðgevi og eygleiðari hjá dagrøktarunum, sigur Kirstin Strøm Bech.

Nýggi stovnurin verður bygdur vestanfyri, har barnagarður og vøggustova nú halda til. Kommunan eigur økið, ið er tókt til endamálið.