Upptakt
Tað er av álvara farið at lukta av fótbólti aftur í Vági. Síðani meistaraheitið í 2000 hevur tað ikki hilnast heilt so væl hjá liðnum, og tó at glottar hava verið, so hevur støðan sjáldan verið so hugalig, sum hon er nú.
Tríggir sigrar á rað hava lyft liðið upp á triðja plássið, og verður talan um sigur sunnudagin, kann eitt hol av álvara skapast niður til næstu liðini.
Og vágbingar eru hampuliga væl fyri, nú B36 kemur á vitjan. Einasta fráveran tykist vera Mindaugas, sum fekk reytt kort á Toftum, og sum tískil er leikbannaður. Dalius hevur ikki verið við í seinastuni vegna bruna í arminum, men hann er nú tøkur aftur. Eisini hevur ivamál verið um Símun Samuelsen og Anders Sørensen, sum báðir hava havt smærri skaðar, men roknað verður tó við, at teir eru tøkir.
Hjá B36 hevur ikki hilnast serliga væl seinastu umførini. Eftir triðja umfar vóru teir annars ovastir á stigatalvuni við sjey stigum, men í dag vísir talvan, at bert eitt stig er fingið til høldar síðani, og í Vági hevur B36 havt tað alt annað enn lætt seinnu árini.
Til sunnudagin tykist eisini ivi vera um nøkur av plássunum á B36-liðnum. Bárður Mortansson hevur havt trupulleikar við lærkrikanum, og ivasamt er, um hann verður tøkur. Tað sama verður sagt um Arnbjørn Danielsen, suim hevur fingið hald í ryggin. Heldur ikki John Petersen fekk fullført venjingina hóskvøldið, men í B36 vóna tey tó ikki, at tann snuddurin, sum hann tá fekk, fer at halda liðskiparanum aftur sunnudagin.