Samstarv
Vágs Býráð fer nú at taka stig til at stovna ein suðuroyarbólk.
Tað samtykti býráðið á fundi týskvøldið.
Talan er um ein bólk við umboðum úr øllum teiumum sjey kommununum í Suðuroynni og hesin bólkurin skal so umboða alla oynna, tá ið felags áhugamál eru á skránni, eitt nú mótvegis landsins myndugleikum.
--? -Eg haldi at tað er tørvur á einum felags stovni í Suðuroynni sum kann umboða alla oynna, so vit øll draga somu línu, tá ið mál av felags áhuga eru á skránni, sigur Kirstin Strøm Bech, borgarstjóri í Vági.
Borgarstjórin sigur, at eitt dømi um mál, sum hevur felags áhuga fyri alla Suðuroynna, er ferðaætlanin hjá Smyrli ímillum Suðuroy og Havnina.
Nú skal nýggj ferðaætlan leggjast og í tí sambandi er høvi at gera viðmerkingar til tað nýggju ferðaætlanina. Kirstin Strøm Bech heldur, at tað kundi verið eitt sjálvsagt evni hjá einum felags kommunalum suðuroyarbólki at viðgjørt ferðaætlanina.
Men talan er sjálvsagt eisini um nógv onnur mál, sum eru av felags áhuga fyri alla oynna.
? Tað er ikki tí, at samband ikki er ímillum kommunurnar, tá ið mál av felags áhuga eru á skránni, tí tað er tað. Men tað hevur ikki verið nakað skipað samstarv, men tað er so ætlanin at fáa nú.
Málið er nú lagt í eina serliga nevnd undir býráðnum.
Tað verður nú fíggjarnevndin, sum verður víðkað við einum limi úr sambandsflokkinum, sum nú skal viðgera málið víðari.
Nevndin skal nú orða eitt skriv, sum skal sendast øllum hinum kommununum fyri at vita um áhugi er fyri at stovna ein slíkan suðuroyarbólk. So fæst at vita, hvat hinar kommunurnar siga.
Nevndin skal eisini gera uppskot um endamál fyri bólkin.
Hetta er ikki fyrstu ferð, at roynt verður at skipa eitt felagskommunalt samstarv í Suðuroynni.
Seinast í áttatiárunum varð ein felagskommuna skipað, men hon livdi bara nøkur heilt fá ár.
Fyri nøkrum árum síðani gjørdi Tvøroyrar Býráð eina roynd at skipa eina felags kommunu, men tá vóru vágbingar ikki áhugaðir.
Nú eru tað so vágbingar, sum taka stig til at royna enn einaferð.