Lærararnir í Vágs skúla stuðla lærarunum í Vestmanna skúla í stríðnum um fleiri tímar.
Hetta boðar lærararáðsformaðurin í Vági, Sølvi Andreassen, frá í tíðindaskrivi í dag.
Lærararáðið í Vági kallar stríðið hjá vestmenningum eitt mótmæli móti høpisleysu framferð fólkaskúladeild Mentamálastýrisins viðvíkjandi tímabýtinum til skúlarnar.
? Tað ber ikki til at oysa uppgávur inn í skúlarnar, uttan játtanir fylgja við, ger lærararáðið í Vági greitt.










