Vágbingar stýra høvuðsstaðnum

Hóast bæði B36 og HB vilja roknast sum havnarfeløg, so verður tað ein vágbingur, sum skal lyfta steypinum, um gullið verður verandi í Gundadali. Mikukvøldið fingu vit eitt friðarligt fótbóltsprát við teir báðar liðformenninar, Pól Thorsteinsson og Rúna Nolsøe

Fótbóltsprát

Blðm: Nú er tað ein vágbingur, sum er liðformaður hjá bæði HB og B36. Er tað nakað, sum tit báðir hava givið serligan ans sum so?
Pól: Nei, tað haldi eg ikki. Hjá kvinnum hjá B36 er tað jú eisini ein vágbingur, sum er liðformaður (Rannvá Augustinussen, blðm.).
Blðm: So tað eigur kanska at vera soleiðis?
Pól: Ja, tað sær tað út til. Og áðrenn hon kom til B36, var hon eisini liðformaður hjá HB, so tann parturin er helst í lagi.
Blðm: Og hvat sigur Rúni?
Rúni: Tað eru kanska onnur í Havn, sum tosa um tað. Men sjálvur havi eg ikki hugsa nakað um hetta.
Blðm: Men tit hava eisini spælt saman í VB. Ger tað ikki, at tit hava onkur serlig bond í so máta?
Pól: Tað haldi eg ikki. Eg haldi, at tað var bara tað eina árið, at vit spældu saman, áðrenn Rúni flutti til Havnar.
Rúni: Ja, tú var so ungur tá.
Blðm: Síðani sunnudagin hevur verið eitt øgiligt fótbóltstos. Bæði í Havn og kring landið annars. Er hetta eisini nakað, sum tú hevur upplivað sjálvur?
Rúni: Ja, tað slepst neyvan undan. Eg arbeiði jú eisini í einum ítróttarhandli, so tað eru nógv fótbóltshugað fólk, sum eg hitti gjøgnum dagin. So tú hoyrir tað snøgt sagt allastaðni. Spenningurin er øgiligur.
Blðm: Og hjá tær tær Pól?
Pól: Eg haldi ikki, at tað er so øgiliga galið, har sum eg nú arbeiði. Men møtir tú fólki á gøtuni, so er tað fótbóltur, sum tosið snýr seg um.
Blðm: Og hvussu uppliva tit tað sum spælarar, nú tað í 26-27 umfør hava verið trý lið, sum at kalla hava runnið kapp alla tíðina?
Pól: Eg haldi fyrst og fremst, at hevði HB verið so støðugt, sum teir hava verið seinastu trý árini, so vóru teir langt síðani meistarar. Og somuleiðis kundu vit avgjørt alt fyri langari tíð síðani, um vit høvdu dugað betri at gagnnýtt yvirvágina, sum vit hava havt í nógvum dystum. So støðan er eitt sindur løgin.
Blðm: Óstøðugir sigur Pól. Er tað nakað, sum tú kennis við?
Rúni: Ja - heilt avgjørt. Vit eru eisini avskrivaðir fleiri ferðir í ár av bæði áskoðarum og pressuni. Men vit hanga framvegis í, og tað er tað, sum vit hava hildið fast um í skiftisrúminum gjøgnum árið. Stigini verða jú ikki tald saman, fyrr enn øll 27 umførini eru spæld. Og hjá okkum hevur tað havt týdning, at vit hava trúð upp á møguleikan, og ikki latið okkum nervað av tosinum, sum hevur verið aðrastaðni. Hinvegin hava øll liðini havt møguleikan at stinga av, men eingin hevur tikið møguleikan, so sum heild hevur talan verið um óstøðug avrik.
Blðm: Men hava tit ikki kent tað, sum hava tit fingið ein eyka kjans nakrar ferðir?
Rúni: Fleiri ferðir. Vit hava tapt seks dystir í ár, men vit eru framvegis við í stríðnum. Tað er heilt ótrúligt.
Blðm: Tá tosað verður um eyka kjansir, so hava tit í B36 kanska kent tað, sum hava tit ikki brúkt kjansin, tá tit hava havt møguleika at leypa avstað?
Pól: Ja. Tann kjansin hava vit havt fleiri ferðir. Til dømis høvdu vit dystin móti TB í Havn, har vit at kalla bara nýta eina hálvu av vøllinum allan dystin, men kortini spæla 0-0. Og somuleiðis tá vit taptu móti EB/Streymi, har vit spæla upp á eitt mál, men tapa 1-0. Men skal eg siga munin í ár, so er hann, at meðan B36 aftur hevur skuffað eitt sindur, sum vit gjørdu í fjør og í fyrraárið, so hevur HB ikki verið eins støðugt, sum teir annars hava verið. Og eg má eisini siga, at eg trúgvi aldrin, at nakað ár, har talan verður um 27 umfør, verður somikið javnt, sum tað er í ár. Hvørki í toppi ella botni. Tá vit spældu 18 umfør, plagdi meistarin mest sum at vera funnin eftir 14 ella 15 umfør. Og nú er alt framvegis opið eftir 26 umfør.
Blðm: Men hevur tað ikki gjørt tað eitt sindur stuttligari at spæla í ár?
Rúni: Jú, heilt sikkur. Kappingarárið er blivið øgiliga langt, og tað hevði heilt víst ikki verið líka stuttligt, um alt langt síðani varð avgjørt. Men skalt tú taka støðu til, um kappingin skal verða 18 ella 27 umfør í framtíðini, so er tað nóg so trupult bara at taka støði í kappingini í ár. Og eg eri samdur í Pól, at slíkan spenning sum í ár, koma vit aldrin at uppliva aftur. Kanska verða tvey lið, sum kappast til tað seinasta, men so heldur ikki meira.
Blðm: Tit í B36 hava serliga í seinnu hálvu havt eitt ógvuliga strævið kappingarár. Kanska kann mann siga, at tit vóru »hepnir« at verða koyrdir úr steypakappingini, tí árið annars hevði verið enn longri. Síðani juli hava tit spælt nærum eitt ótal av dystum. Er tað ikki farið at merkjast á spælarunum?
Pól: Tað haldi eg ikki. Og eg haldi ikki, at vit vóru hepnir at verða koyrdir úr steypakappingini, tí annars høvdu vit longu vunnið fyrsta gullmerkið í ár! Men eg haldi ikki, at vit hava merkt tað í hópinum, og tað hevur heldur ikki verið so strævið, sum eg hevði væntað. Sjálvur havi eg vant síðani januar í fjør, so eg hevði roknað við, at tað bleiv væl tyngri, enn tað hevur verið. Men har hevur javna kappingin kanska eisini gjørt sítt.
Blðm: Men tú gleðir teg kanska kortini til at fáa vetrarfrí?
Pól: Ja, tað geri eg heilt sikkurt. Og eg ætli mær so ikki at fara undir venjingina longu í november mánaði aftur. Tað verður so av ongum!
Blðm: Og hava tit í HB eisini havt tað strævið?
Rúni: Vit byrjaðu jú øgiliga tíðliga. Og í vetur vandu vit tvær ferðir um vikuna, so tað hevur verið eitt langt kappingarár.
Blðm: Og tað kappingarárið endar nú leygardagin. Skulu vit tosa um seinasta dystin í Gundadali, so er javnleikur jú ikki nakað, sum nakar av pørtunum kann brúka. Hava tit tosað nakað um, hvussu tann dysturin skal tacklast?
Pól: Vit hava ikki tosað nakað um tað sum so. Men mín áskoðan er heilt greitt, at vit kunnu ikki satsa upp á javnleik. Bæði tí tað altíð er vandamikið í eini slíkari støðu, tí tað tá verður lættari hjá HB at trýsta okkum. Og sjálvandi eisini, tí vit kunnu ikki satsa uppá, at GÍ skal taka stig á Skála. Tann møguleikin trúgvi eg ikki uppá. So eg rokni við, at tað hjá okkum, HB og Skála verður galdandi, at vit skulu spæla álopsfótbólt leygardagin.
Blðm: Og Rúni. Ert tú samdur í, at tað verður álopsfótbóltur leygardagin?
Rúni: Tað er einki sum eitur. Serliga um tað líður út á seinna hálvleik, uttan nøkur avgerð er funnin. Tá verða bæði liðini noydd at satsa, og so kann tað væl verða opið í hinum endanum. Einasti kjansurin fyri, at vit fara at verja, er um vit eru níggju menn móti endanum, og tað framvegis stendur á jøvnum. So mugu vit gera alt, sum vit kunnu, soleiðis at B36 ikki verður meistari!

---

FAKTA
Pól Thorsteinsson, B36
Føddur: 17.11.1973
Hædd: 175 cm
Vekt: 69 kg
A-landsdystir: 37
Áður spælt við: VB, Valur (ÍSL), NSÍ
Meistaraheiti: 2001 (B36)
Steypasigrar: 2001 (B36, 2002 (NSÍ), B36 (B36)

Rúni Nolsøe, HB
Føddur: 21.05.1971
Hædd: 179 cm
Vekt: 78 kg
A-landsdystir: 3
Áður spælt við: VB
Meistaraheiti: 1998, 2002, 2003, 2004
Steypsigrar: 1995, 1998, 2004