Vágbingar halda fyrtsu vikuna í oktober 100 áradagin hjá Vágs Kommunu. Ein hópur av tiltøkum er á skránni og skráin sæst á nýggju heimasíðuni hjá Vágs Kommunu, www.vagur.fo
Úr skránni kann nevnast, at sunnudagin 30. september er familjuguðstænasta klokkan 14. Eisini eru framsýningar av ymsum slag við list og avrikum hjá bæði vaksnum og børnum og Sang- og fyrilestrakvøld er, eins og framsýning við gomlum myndum hjá Ellen Dahl byrjar.
Morgunsvimjing
Hvønn dag í føðingardagsvikuni er morgunsvimjing við heitum hyli í svimjihøllini í Vági millum kl. 7 og 9.
Mánadagin eru framsýningar á skránni og t.d. eru myndir av borgmeistarum at síggja í Pretty Payal og skótar hava sølu og skúlaungdómar framføra í Framtíðini.
Týsdagin avdúkar býráðið gávu til Vágs bý og har syngja eisini dagstovnabørn. Framsýningar halda fram og onnur tiltøk eru eisni. Dagurin endar við tónleika café í Pretty Payal, har tónleikanæmingar framføra og Hjalmar og Dagfinn spæla.
Mikudag er opið hús á spunavirkinum hjá Sirri, Hvistan hevur firmastafett og barnarenning og modellskip eru í svimjihylinum. Handlarnir hava opið til klokan 21.
Hósdag halda Jóan Páll Joensen og Rodmundur Nielsen fyrilestrar um vinnulív í Stóra Pakkhúsi, eldratiltak er á Eldrasambýlinum og á kvøldi hevur Vágs Býráð døgurða fyri innbodnum.
Fríggjadagin framførir tónlistaskúlin í Pretty Payal og í Billardhúsinum og á kvøldi er stór kirkjukonsert við Magna Christiansen, Heina Lutzen, Lisu Frederiksberg og tónleikarum. Eisini syngur og spælir Hjalmar Magnussen og við sær hevur hann Trónd Enni og Dagfinn Olsen.
Beint eftir konsertina í Vágs Kirkju er sangcafé í Frelsunarherinum. Spunarkapping verður um Vágs søgu í Stóra Pakkhúsi og møguleiki verður eisini at spæla paintball.
Leygardagin er Vágshøll karmur um ymiskt fra klokkan 9 til 15. Klokkan 9 er stórt morgunmatarborð og undirhald, so sum hoppiborgir og skemt, har Trølla Pætur og Bakkens Pjerrot taka lut. Annað á skránni er t.d. dagrøktin sum hevur framsýning, kvøldseta við skemti, manskóri og felagssangi. Dansur er við bæði Trio og harmonikum í høllini og All That Rain í VB Húsinum.
Sunnudagin 7. oktober skipar Vágs Kappróðrarfelag fyri ymiskum, t.d. rógving við oldboys og oldgirls úr Vági og av Tvøroyri og skúlaungdómar rógva eisini. Eisini verða vatnskí og speedbátar á fjørðinum. Øll tiltøk eru ókeypis og nærri sæst á www.vagur.fo
Stákast
Nú um dagarnar, hava menn hjá kommununi stákast óført omanfyri deildina hjá Suðuroyar Sparikassa í Vági, har teir hava sett upp eitt spælipláss, ið kommunan letur borgarum sínum týsdagin í komandi viku.
Umframt hetta, so sóust í dag menn frá Tangavirkinum í Vági - ið bert er 25 ár yngri enn sjálv kommunan, seta upp haldarar, ið vóru settir á ljóssteyrar í bygdini. Ætlanin við hesum haldarum, er at teir skulu flaggprýðast, nú føðingardagurin er, og annars nýtast, tá serlig tiltøk og hendingar eru í bygdini.