VB er í løtuni millum bestu liðini í føroyskum fótbólti. Tað varð staðfest, tá vágbingar hvítusunnuaftan vóru á grasinum á Svangaskarði, har teir vunnu 2?1. Harvið tóku teir seg fram á triðja plássið.
? Tað sær gott út. Nú hava vit heimavøll tvær ferðir, og so ræður um, at vit ikki gera nakað býtt. Vit eiga at hava møguleika at fáa øll stigini, bæði tá toppliðið úr B36 vitjar, og tá vit á jóansøku skulu spæla móti sumbingum. Men í báðum dystunum kunnu vit kiksa, um vit ikki eru fult og heilt savnaðir um uppgávuna, sigur Bjarni Johansen, sum ikki hevði so nógv at gera í VB málinum á Svangaskarði hvítusunnuaftan, sum hann fleiri aðrar ferðir hevur havt at gera í ár.
Vágbingar fingu bæði málini, tá fyrra umfarið var hálvrunnið, og tað hevði einki forgjørt verið í, um teir hesa løtuna høvdu skorað eini tvey mál afturat.
Spælandi venjarin, Krzysztof Popczynski, var tvær ferðir leysur við Magnusi Poulsen. Aðru ferðina kroysti málverjin álopsmannin at senda dygst skeivu megin stólpan, og hina ferðina bjargaði Magnus Poulsen skotroyndini. Popczynski hevði eisini ein góðan stútara, men hann fór akkurát skeivu megin stólpan.
VB hevur stóra tyngd í álopspartinum, og teir tóktust trívast væl á grasvøllinum. Útlendingarnir allir stóðu sterkir í myndini. Janus Kjærbo var drúgvur á verjukenda miðvallarplássinum, Tórður Holm og Milan Kulic vóru góðir at seta í gongd mitt á miðvøllinum, og Palli Augustinussen í høgru og Jón Pauli Olsen í vinstru vóru álopshugaðir vongverjar, sum vóru væl við í spælinum.
Bæði VB málini vórðu skorað eftir hornaspark. Hitt fyrra fekk Robert Cieslewicz, eftir at Milan Kulic hevði sent til handara stólpa, haðani Jón Pauli Olsen stútaði innfyri aftur, og hitt seinna fekk Palli Augustinussen, eftir at eitt sindur av aftur og fram var staðist av, tá toftamenn ikki megnaðu at rudda burtur.
Í 2. hálvleiki fekk Robert Cieslewicz ein veldugan møguleika at økja um leiðsluna. B68 málverjin kiksaði, tá hann skuldi sparka fram á vøllin. Bólturin fór eftir jørðini til pólverska álopsmannin, men hann tóktist so ovfarin at óvæntaða møguleikanum, at hann smekkaði bóltin omanfyri málið, ístaðin fyri at rulla hann í tóma málið.
Megnaðu ikki at opna
Heimaliðið legði bragdliga fyri, og tá teir skjótt fingu úrtøku burturúr, kundi tað tykjast sum um teir fóru at hava tamarhald á. Men soleiðis tørnaði tað als ikki út.
Málinum bilti einki. Jákup Eli Olsen sneiddi ein av í vinstru, áðrenn hann smekkaði innfyri. Súni Fríði Johannesen tamdi tætt undir málinum, fekk bóltin um strikuna og megnaði harvið at varðveita í miðal eitt mál í hvørjum landskappingardysti.
Men B68 fekk einki burturúr. Málið hjá teimum setti eld í VB, og sjálvt um heimaliðið í 2. hálvleiki hevði bóltin nógv meiri enn mótstøðumenninir, so megnaðu teir so at siga ikki at spæla seg til upplagdar málmøguleikar. Súni Fríði Johannesen hevði eina lumpisliga skotroynd, sum Bjarni Johansen tók sær av. Annars var talan um spæl fram móti brotsteiginum og onkuntíð høgar bóltar í brotsteigin.
Heimaliðið tóktist ikki at hava tað eyka yvirskotið og tann viljan, sum skal til á grasinum fyri at skapa spentar støður frammanfyri málinum. Verjuspælararnir vóru dugligir at fara framvið, men søgan var tann sama, og harvið tapti B68 fyri aðru ferð á heimavølli í ár. Tað er dýrt, tá tú droymir um at vera við í stríðnum um pláss í Europa Cup!
B68:
Magnus Poulsen ? Jan Petersen, Jan C. Dam, Arnbjørn Danielsen, Jákup Djurhuus, Jákup Eli Olsen ? Marlon Jorge, Eyðstein Skipanes, Øssur Hansen ? Marcello Marcellino, Súni Fríði Johannesen
VB:
Bjarni Johansen ? Palli Augustinussen, Predrag Zivkovic, Eyðun Jacobsen, Magni Jacobsen, Jón Pauli Olsen ? Tórður Holm, Janus Kjærbo, Milan Kulic ? Robert Cieslewicz, Krzysztof Popczynski.
Erling Olsen hevur verið væl dámdur millum flest allar politikarar á Christiansborg. Hann fekk eisini heitið ?Uglin? fyri sítt góða vit og skil.
Nú hann enn einaferð leggur leiðina aftur til Danmarkar úr Føroyum hevur hann eisini nógvan nýggjan førning við sær. Hesaferð ikki til at brúka í politiskum arbeiði, men at hava við sær til hús.
-Eg er heilt hugtikin av øllum tí eg upplivað hesar dagarnar. Ikki minst av tiltøkunum í Norðurlanda-húsinum, har hann eisini var við til framførsluna av Jesus og Makedonarin. -Hetta var ein framúr vøkur framførsla. Eg eri virkuliga ovfarin og havi fingið uppaftur størri alsk til Føroyar eftir hesa stóru upplivingina sigur Erling Olsen, sum heldur tað vera eindømi fyri eitt fólk, at tað skal hava fostrað so nógv mentanarfólk. -Eg haldi tað er ljósið og isolatiónin, sum geva íblástur til tey mongu listarfólkini.