Vágbingar leggja út so at Norrøna kann sigla

SUÐUROYARSIGLING Vágs býráð leggur pengarnar á borðið so at farast kann undir at gera atløgupláss til Norrønu beinanvegin

Vágs býráð hevur nú samtykt at játta góðar 300.000 krónur at gera tveir pullartar á bryggjuni í Vági, so at tað skal bera til hjá Norrønu at brúka havnina í Vági ímeðan Smyril er í dokk í februar og mars.
Tað sigur Kirstin Strøm Bech, borgarstjóri í Vági.
Samstundis er avtala gjørd við Strandferðsluna um at hon skal rinda 400.000 krónur í Havna- og brúgvagjaldi fyri at hava Norrønu siglandi á Vág í tríggjar ella fýra vikur ímeðan Smyril er í dokk.
Harafturat kemur so sjálvt vørugjaldið.
Landsverk vil ikki geva loyva Norrønu at brúka samferðsluhavnina á Krambatanga, fyrrenn rættiliga fitt av ábótum eru gjørdar, tí Havnin er ikki nóg væl gjørd til at Norrøna kann brúka hana.
Serliga er tað botntryggingin, sum ikki er nóg sterk til at havnin tolir skrúvuvatnið frá Norrønu.
Hinvegin ber væl til hjá Norrønu at brúka havnina í Vági, men har skulu tveir pullartir gerast at binda hana við.
Landsstýrið hevur biðið Løgtingið samtykkja, at seta 600.000 krónur av til endamálið, men tað er ikki endaliga samtykt enn.
Men Norrøna skal byrja at sigla beint eftir hálvan februar, so tað hevur skund at gera pullartarnar.
Tískil hevur Vágs Býráð gjørt sáttmála við Articon um at gera pullartarnar fyri góðar 766.000 krónur.
Men við játtanini upp á 300.000 í gjárkvøldið, ogvið havna- og brúgvagjaldinum upp á 400.000 krónur, hevur býráðið lagt út fyri Landskassan fyri at fáa arbeiðið ígongd, sigur Kirstin Strøm Bech, borgarstjóri.
- Vit vita ikki, nær peningurin, landið hevur játtað, verður goldin, so vit hava samtykt at leggja út, sigur borgarstjórin.