Skúladepil og røktarheim
Landsstýrið hevur fingið nakað at hugsa um, nú Vágs Býráð heldur fast um at miðnámsskúlin skal byggjat í Vági.
Uttan at hava tosað við landsstýrið, metir Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður í almannamálum, at ætlanin un skúladepil í Hovi og røktarheim í Vági er nú dottin burtur.
? Talan var um eitt samlað tilboð til suðuroyingar. Taka kommunurnar ikki undir við tí, meti eg, at tilboðið dettur burtur, sigur landsstýrismaðurin.
Hann sigur eisini, at av tí at talan var um eitt samlað tilboð, kunnu vágbingar ikki bara taka tað burturúr, sum hóvar teimum best og nokta at tosa um tað, sum ikki hóvar teimum.
Tí heldur hann ikki, at landsstýrið bara kann fara á fund við Vágs Býráð um røktarheim í Suðuroy, sum býráðið annars legði upp til á býráðsfundinum týskvøldið.
? Tað er óviðkomandi at Vágs Býráð pilkar ein part burturúr heildini og vil tosa við landsstýrið um eitt røktarheim, tí talan er ikki um eitt røktarheim fyri Vág, men fyri alla Suðuroy.
? Hetta var eitt tilboð um at byggja eitt stórt røktarheim í Suðuroy og at byggja tað í Vági, tí vit halda, at har halda vit at tað ger størst gagn, sum støðan er. Somuleiðis skuldi hetta røktarheimið raðfestast frammanfyri øll onnur trøktarheim. Hetta var samstundis eitt tilboð frá øllum landsstýrinum og allari samgonguni.
Hans Pauli Strøm sigur, at nú er støðan tann, sum hon var frammanundan, har landsstýrið fer at viðgera eina umsókn frá Vágs Býráð um at byggja upp í eldrasambýlið í Vági.
Men tað er eitt mál, har Vágs Kommuna einsamøll skal betala 90% av rakstrinum. Hinvegin skal kommunan ikki betala eitt oyra av rakstrinum av einum røktarheimi.
Kortini leggur Hans Pauli Strøm dent, at hann fer fegin at tosa við Vágs Býráð um at byggja sambýlið út og um onnur mál, sum býráðið hevur á skránni.
? Men sum eg síggi tað, er hetta tilboðið um eina samlaða ætlan fyri alla oynna við skúladepili og røktarheimi, burturdottin og Vágs Býráð kann ikki væntað at tað ber til at taka ein part burturúr heildini og fremja tað, sum passar býráðnum best og lata tað fella, sum ikki hóvar kommununi.
Hans Pauli leggur seg heldur ikki út í hvussu stórur ella lítil meirilutin í Vági er.
? Ein meiriluti er ein meiriluti, soleiðis er fólkaræðið og fyribils er mín støða tann, at vit kunnu ikki seta eina loysn í verk í Suðuroy, sum kommunurnar ikki taka undir við, tí vit kunnu ikki tvinga Vágs Kommunu til nakað.
Hann sigur kortini, at landsstýrið fer nú at tosa saman um støðuna.