Ta_ er lagt upp til sera tætta kapping, og ta_ er møguleiki fyri, at fleiri bátar fara at vinna. Solei_is var_ spátt eftir Nor_oyastevnuró_urin. Nú eru f_ra av teimum sjey FM kappingunum lagdar afturum, og hagtølini siga, at ta_ hevur gingi_ solei_is, sum ta_ var_ rokna_ vi_ eftir Nor_oyastevnuna.
Havnarbáturin var fremstur í Klaksvík og á Skálafjør_inum. Undan Sundalagsstevnuni var ilt at ímynda sær annan vinnara enn Havnarbátin. So smekka_i Nólsoyingur til, og undan fer_ini su_ur til Vágs var Nólsoyingur favorittur.
Men í Vági stó_ eingin Vágbingi kurl. Ta_ ber sjálvandi til at siga, at vágbingar kenna ró_rarteinin betri enn hinir, og at teir tískil vita so ógvuliga væl, nær ta_ skal setast serliga nógv á. Men hetta er neyvan allur sannleikin. Eitt er, at manningin á Vágbingi so langt í frá øll sum hon er er sta_kend í Vági. Og eitt anna_ er sambært formanninum á Vágbingi, at ta_ leygardagin ikki gekk akkurát solei_is, sum teir høvdu rokna_ vi_:
- Startspurturin gekk solei_is, sum vit høvdu avtala_. Vit hingu kanska eitt sindur longri í startinum, enn summir av hinum gjørdu. Men vit tóku 40-50 tøk, og tá i_ tey vóru av, og vit fóru ni_ur á lunnin at rógva, mundu vit vera komnir einar tvey hundra_ metrar inn frá málinum, og tá vóru vit heilt væl vi_. Men endaspurturin var ikki akkurát tann, sum vit frammanundan høvdu ætla_ okkum. Vit høvdu ætla_ at spurta eini hálvt hundra_ tøk ella kanska einar hálvt tri_ja hundra_ metrar. Hetta gjørdu vit ikki. St_rima_urin sær betri, enn vit, sum rógva, gera. Hann bí_a_i vi_ at geva ordran um at spurta, og tískil spurta_u vit bara tredivu tøk. Men tíbetur var ta_ nóg miki_ fyri at vinna, sigur Jóhan Sofus Múller, bátsfoma_ur umbor_ á Vágbingi.
Í Klaksvík vóru hann og bátsfelagarnir á fjór_a plássinum. Á Eystanstevnuni vóru teir nummar fimm, so vóru teir aftur á fjór_a plássinum, og hesa fer_ vunnu teir. Vágbingurin var eina bátslongd frammanfyri Havnarbátin, sum vi_ enn eina fer_ at enda frammanfyri teir, sum kappast vi_ hann um FM, styrkti um sína stø_u
Hevur ta_, at tit vunnu, naka_ vi_ ta_ at gera, at kappingin hesa fer_ var á túsund metrum, me_an hon hinar fer_irnar hevur veri_ á longri teinum, spyrja vit bátsformannin á Vágbinginum.
-Eg dugi so illa at svara hasum. Sjálvandi er ta_ ø_rvísi at rógva túsund metrar, enn ta_ er at rógva tvey túsund metrar. Men ta_ er ikki lættari at rógva hálva teinin. Heldur er ta_ tvørtur ímóti. Fer_in ella tempoi_ er væl hægri. Eg rokni vi_, at teir umbor_ á hinum bátunum hava somu kensluna, at ta_ er væl strævnari at kappast á túsund metrum, enn ta_ er á tvey túsund.
Vestmenningur og Havnarbáturin løgdu bragdliga fyri. Men ta_ var skjótt, at Vágbingur blanda_i seg uppí. Hinir bátarnir royndu at bjó_a av, og ta_ skifti ikki so líti_. Onkra løtuna rann ein bátur á aldurygginum og so ein annar. Men Vágbingur var drúgvastur, og ta_ var ikki at undrast á, at rómin var øgiligur, tá i_ ta_ var greitt, at Vágbingur hev_i vunni_ í heimasjógvi í Vági. Tríggir av manningini á Vágbingi vóru fyri tveimum árum sí_ani vi_ til at tryggja serligan fagna, tá i_ teir vunnu vi_ Smyrli í Vág, og nú vóru teir enn eina fer_ vi_ til at lyfta jóansøkulagi_ upp.
Eftir at Hoyvíkingur rættuliga spíska_i seg á Hvalvík, kundi ta_ kanska veri_ ábending um, at ta_ nú var ætlanin hjá hoyvíkingum rættuliga at leggja til. Men ta_ eydna_ist als ikki. Kortini eru ikki allar sú_ir syftar, og ta_ kann væl hugsast, at bæ_i hoyvíkingar og vestmenningar fara at gera um seg, tá i_ ta_ leygardagin fer at ver_a kappast í Vestmanna.