Eitt felag undir stovnan í Vágiætlar at keypa trolbátin, Dýrindal, sum hevur verið heimahoyrandi í Haraldsundi.
Tað veit Suðurrás at siga.
Dýrindal er heimahoyrandi í bólki 4T sum gevur loyvi at trola á landleiðini. Báturin kom á Vág í gjár og skal á beding til botnkanningar, áðrenn keypið verður endaliga staðfest.
Dýrindal er bygdur í Íslandi í 2002 og er 19,35 metrar langur.
Fariið verður til fiskiskap, tá báturin aftur fer av bedingini.