Fyrireikararnir prátaðu stutt saman um at skipa fyri einari kvøldsetan, og stutt aftaná var farið undir at gera klárt. Nú eru seinastu fyrireikingarnar við at koma undir land, soleiðis at kvøldsetan kann sendast beinleiðis úr VB-húsinum í kvøld.
Kvøldsetan verður merkt av tónleiki, tí fleiri tónleikarar eru við til kvøldsetuna. Tónleikararnir eru: Dagfinn Olsen, Hjalmar Magnussen, Bergur Gudmundssen, Hans Jacob Hjelm og Ingi Poulsen.
Umframt tónleikin, so verður prátað, og lurtararnir sleppa eisini upp í part, tí teir kunnu nevniliga senda heilsanir og ynskir inn, soleiðis at tónleikararnir kunnu tríva í onkran av ynsktu sangunum, og soleiðis fáa hugnað um.
Ein ella fleiri táttir, ið eru skrivaðir til tiltøk, ið júst hava verið í Vági, verða eisini framførdir í kvøld, siga fyrireikararnir.
Ætlandi byrjar kvøldsetan um klokkan 19.30 og heldur á í ein tíma ella so. Tú kanst fylgja hesi leinkjuni, um tú hevur hug at fylgja við í kvøld.