Vágbingar hava ofta staðið seg væl í útidystunum í Eysturoy. Í morgin skulu teir til Runavíkar, har heimaliðið av góður grundum er fult í sjálvsálitið. Í VB eru teir spentir, tí um teir megna at vinna ímóti NSÍ, so síggja teir tað at vera heilt realistiskt, at teir fara at røkka einum plássi millum fýra tey bestu.
-Tí málinum miðja vit ímóti. Sjálvandi verður tað torført í morgin, men vit eru væl fyri. Burtursæð frá Predrag Zivkovic, sum nústaðni er farin at venja aftur, so eru allir spælararnir tøkir. Ímóti EB/Streymi gekk tað væl, og vit hava gott mót. Um vit vinna fara vit at hava 18 og NSÍ 21 stig, so hjá okkum er upp á ein máta talan um seks stigs dyst, heldur Jón Pauli Olsen, sum eisini vísir á, at útidystirnir fyri framman verða torførir. Umframt NSÍ skal VB spæla á útivølli ímóti B36, HB og B68.
Kanska onkur, sum var á beinkinum ímóti EB/Streymi, fer niður í 2. deild, og onkur annar flytir upp. Liðið í 2. deild hevur verið nógv aftast, men nú hava teir vunnið tveir dystir, og teir í Vági rokna tað ikki at vera ógjørligt at bjarga plássinum í 2. deild. Hans Nielsen er venjari í 2. deild. Tá Marek Wierzbicki í summar var heima í Póllandi í summarfrí, hevði Hans Nielsen ábyrgdina av venjingini hjá besta liðnum, og tað tykist hava gingið væl.
Mannfall í NSÍ
Í Runavík er stórur spenningur. Um tað eydnast at vinna ímóti VB, og sum B36 vinnur øll stigini ímóti HB, so verður NSÍ oddalið, tá ein triðingur verður eftir at kappingini.
- Vit hugsa um okkar dyst, og vit eru ikki so lítið skerdir. Gert Langgaard verður ikki við aftur í ár, Bergur Djurhuus er til skips, Kári Hansen er leikbannaður, og bæði Ian Højgaard og Pól Thorsteinsson eru eitt sindur ivasamir. Teir hava ikki fingið vant í vikuni, men vit vóna, at teir verða førir fyri at spæla í morgin. Vit hava brúk fyri teimum, sigur Jógvan Martin Olsen, venjarin hjá NSÍ.
Áskoðarafjøldin við Løkin er smátt um smátt vorðin størri, og einki er at ivast í, at fótbóltsfepurin í Runavíkar kommunu fer at hava við sær, at tey verða uppaftur fleiri, nú liðið skal spæla fyrsta heimadystin eftir sigurin í steypafinaluni.