Vágs kommuna fær trongar karmar at virka undir næsta ár.
Tað er greitt, nú Vágsa Býráð á fundi í gjárkvøldið endaliga samtykti fíggjarætlanina fyri næsta ár.
Samtyktin vísir, at næsta ár verður at kalla bara nóg mikið av peningi til tann vanliga dagliga raksturin og tær lógarfestu útreiðslurnar.
Lítið og onki er sett av til íløgur. Tilsamans eru ikki meiri enn 823.000 krónur settar av til íløgur næsta ár.
Tað sigur eitt sindur um støðuna í Vági, at størsta einstaka íløgan hjá Vágs Býráði næsta ár eru 300.000 krónur, sum skulu brúkast til sitipláss við fótbóltsvøllin á Eiðinum, nú VB/Sumba er flutt upp í Voadafondeildina.
Hinar íløgurnar eru bara smávegis snøklar her og har.
100.000 krónur minni
Annars verður mett, at inntøkan hjá Vágs Kommunu verður 34,5 milliónir í kommunuskatti næsta ár og tað er 100.000 minni enn mett verður, at inntøkan verður í ár.
Harafturat verður mett, at kommunan fer at fáa 2,9 milliónir í ymsum gjøldum og øðrum inntøkum.
Annars fer sjálvur raksturin av kommununi at kosta 26 milliónir næsta ár og tá ið íløgurnar, rentur og avdráttir eru betaltar, gevur fíggjarætlanin næsta ár 22.000 krónur í avlopi.
Annars verður skattaprosent og barnafrádrátir óbroytt í Vági næsta ár, ávikavist 23,25% í skatti og 4000 krónur í barnafrádrátti.










