Arbeiðsloysið
Vágbingar hava nú sett Føroya Fiskavirking knívin á barkan: Antin letur fiskavirking flakavirkið í Vági uppaftur nú, ella verður Fiskavirking sagt upp á havnarlagnum í Vági.
Tað samtykti býráðið í Vági á fundi mánakvøldið.
Tá ið hetta býráðið tók við, ásannaði nývaldi borgarstjórin, Kirstin Strøm Bech, at tað stóra arbeiðisloysið í Vági verður størsta avbjóðingin hjá nýggja býráðnum, hóast tað er ógvuliga avmarkað, hvørja ávirkan, kommunan hevur.
Síðani tá hava yvir 40 vágbingar afturat mist arbeiðið.
Og júst arbeiðsloysið í Vági var tað fyrsta málið, sum nýggja býráðið tók upp til viðgerðar.
Ikki minst hevur tað pínt vágbingar og suðuroyingar sum heild, at tað stóra flakavirkið hjá Fiskavirking í Vági, stendur stongt.
Fiskavirking hevur ferð eftir ferð lovað at lata tað uppaftur, men higartil hevur talan verið um tóm lyfti, tí Fiskavirking sigur, at grundarlag er ikki fyri tí, sum støðan í fiskivinnuni er.
Aftur nú hevur ljóðað, at Fiskavirking ætlar at lata virkið upp, men higartil hevur leiðslan í Fiskavirking onki viljað sagt um tað.
Greið boð til Fiskavirking
Og nú ger so Vágs Býráð eina roynd at fáa virkið í Vági latið uppaftur.
Samgongan í Býráðnum, sum er alt býráðið, var í skundi kallað saman til fundar mánakvøldið at viðgera vinnuliga støðuna í Vági.
Og á fundinum varð samtykt at gera Fiskavirking greitt, at nú skal virkið í Vági latast uppaftur beinanvegin.
Flakavirkið í Vági stendur á grund, sum er leigað frá kommununi. Í leigusáttmálanum stendur, at hevur virksemið ikki verið á virkinum í tvey ár, kann sáttmálin sigast upp.
Og tað er júst hetta, sum er trumfurin hjáVágs Býráði.
Kirstin Strøm Bech sigur, at í juni mánaði eru tvey ár síðani at arbeiðið seinast var á virkinum, tí tá fór tað stóra laksavirkið av knóranum.
? Á samgongufundinum mánakvøldið samtykti býráðið at gera Fiskavirking greitt, at er virkið í Vàgi ikki latið uppaftur í seinasta lagi 1. apríl í ár, verður leigusáttmálin um grundstykkið sagdur upp.
Hon sigur, at verður sáttmálin sagdur upp, má Fiskavirking antin selja virkið, ella taka tað niður og flyta tað burtur.
Men so er í øllum førum eitt stórt øki til taks hjá onkrum, sum kanska hættar sær undir at byggja eitt nýtt virkið sigur hon.
Hon sigur, at orsøkin til at boðini frá býráðnum til Fiskavirking eru so greið, er, at støðan í Vági er so út av lagi syndarlig, at okkurt má henda nú.
? Hetta eru eini greið boð til Fiskavirking um, at býráðið ætlar at gera, alt tað er ment, fyri at fáa arbeiði aftur í Vági, sigur Kirstin Strøm Bech.