Vágbingar frætta um tilflytarar

Runa Preeti Ísfeld heldur fyrilestur í miðlatúni.

í kvøld  klokkan 19.30 verður fyrilestur í Miðlatúni í Vági, við evninum: Kvinnuligir tilflytarar, avbjóðingar og møguleikar í Føroyum.

 

 

Fyrilestrarhaldari er Runa Preeti Ísfeld, frá Søgu- og Samfelagsdeildini á  Fróðskaparsetrnum

 

 

-  Mín gransking snýr seg um kvinnur úr ikki-europeiskum londum, sum eru giftar við føroyskum monnum. Tað er umráðandi at vita um teirra upplivingar í samfelagnum sum einstaklingar, kvinnur, konur, mammur og um møguleikarnar og forðingarnar í samfelagnum, sigur fyrilestrahaldarin.