Strandferðslan hevur nú gjørt av, hvør skal fáa arbeiðini at umvæla tey bæði strandfaraskipini, Rituna og Ternuna. Avgjørt er, at Ritan skal á Beding í Vági, har eitt samtak ímillum Vágs Skipasmiðja og Bærendsen Teknik á Tvøroyri hava fingið arbeiðið at umvæla og gera ábøtur á Rituna fyri 1,3 millión, umframt onkrar leysar útreiðslur.
Hinvgin er gjørd av, at Ternan skal á beding hjá MEST, sum ger arbeiði fyri góð 1,8 millión, umframt onkrar leysar útreiðslur afturat.
Hetta er úrslitið eftir at Strandferðslan hevur mett og vigað um tilboðini, sum eru komin inn.
- Eftir at hava mett um tilboðini og samanborið tey, eru vit komin til hetta eru tey tilboðini, sum samanlagt tæna okkum best, sigur Conrad Gaard Joensen, rakstrarleiðari á Strandferðsluna.
Ternan fer á Mest í næstu viku og verður vónandi liðug fyrst í mars, tá ið hon skal avloysa fyri Teistan í nakrar dagar, áðrenn hon verður sett í Nólsoyarsiglingina.
Men akkurát nær hon verður liðug, veldst mest um, nær ein lyfta, sum skal setast í hana, kann leverast.
Men tá ið Ternan er sett í nólsoyarsiglingina, fer Ritan á beding og tá ið hon er liðug, verður hon sett í sigling til Fugloyar og Svínoyar.










